Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Niels Fredrik Dahl
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-636-6
Útgávudagfesting: 28. mai 2026

Bakið á pápa

Niels Fredrik Dahl

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.

Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum  einsemi, ið gongur í arv.

Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.

Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.

Nøgd
Vanligur prísur
NOK 553,35
Klubbaprísur
NOK 442,68
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Niels Fredrik Dahl

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Av tí smærra slagnum
NOK 394,34
Vestursandur
NOK 553,35
Frá høvur til hæl
NOK 553,35
Gloym meg
NOK 473,84
Neyðardýrið
NOK 473,84
Íslendskir kongar
NOK 553,35