Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Einar Már Guðmundsson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-638-0
Útgávudagfesting: 26. mars 2026

Frá høvur til hæl

Einar Már Guðmundsson

„Eingin veit, hvat ein skaldsøga er  ...“

– Við hesum orðum eftir danska skaldið Poul Borum byrjar Einar Már Guðmundsson (1954) sína seytjandu skaldsøgu síðan 1982. Árini frammanundan hevði hann givið út trý yrkingasøvn, og samanlagt hevur hann nú glett lesarar um allan heim við umleið fjøruti útgávum: yrkingum, skaldsøgum, stuttsøgum, barnabókum og greinasøvnum. 

Í nýggjastu skaldsøguni FRÁ HØVUR TIL HÆL verður livandi sagt frá Haraldi, sum hevur sett sær fyri at verða skald, og sum saman við unnustu síni á heysti 1979 flytur úr Reykjavík til Keypmannahavnar fyrst og fremst við tí í huga – at skriva. Í Keypmannahavn hittir hann alt slag av fólki, ikki minst listafólk og skøld, og her verða lunnar lagdir undir framtíðina sum rithøvundur.

Áðrenn Haraldur er komin so langt á rithøvundaleiðini sum til Danmarkar, hevur hann eisini vitjað í Føroyum ­og lært lívið at kenna, og hann sigur:

Yvirhøvur vórðu vit íslendingar altíð væl móttiknir í Føroyum, men har vóru altíð onkrir, ið komu upp at stríðast við tey innføddu, ­vanliga vóru hetta vátligir stavnar og misnýtarar, ið ­onkursvegna eisini høvdu tað trupult heima.

Í hesi endurminningarskaldsøguni ferðast Einar Már Guðmundsson meistaliga á markinum millum skaldskap og endurminning.

 

Nøgd
Prísur
NOK 553,35
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Einar Már Guðmundsson

Íslendski yrkjarin og rithøvundurin Einar Már Guðmundsson (1954) hevur skrivað og givið út eini 30 verk á íslendskum. Fyri hetta hevur hann fingið nógvar viðurkenningar og heiðurslønir, eitt nú Íslendsku bókmentavirðislønina, Norðurlendsku bókmentavirðislønina og Norðurlendsku bókmentavirðislønina hjá svenska akademinum. Bøkur hansara eru týddar til nógv mál. 

Einar Már byrjaði sum yrkjari í 1980, tá ið hann gav tvey yrkingasøvn út. Síðan hevur hann útgivið skaldsøgur, stuttsøgur, barnabøkur og greinasøvn. 

Til rætta viðkomandi er sjeynda yrkingasavn hansara, og tað varð útgivið í Reykjavík í 2019. 

Aðrar bøkur Einar Már Guðmundsson

Íslendskir kongar
NOK 553,35
Til rætta viðkomandi
NOK 283,03
Alheimsins einglar
NOK 268,72
Navnleysir vegir
NOK 298,93

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Av tí smærra slagnum
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Bakið á pápa
NOK 473,84
Vestursandur
NOK 553,35
Gloym meg
NOK 473,84
Neyðardýrið
NOK 473,84
Íslendskir kongar
NOK 553,35