Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Linn Ullmann
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Sonja Kjølbro
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-63-4
Útgávudagfesting: 11. november 2009
Síður: 308
Kápa: Heft bók

Áðrenn tú sovnar

Linn Ullmann

Áðrenn tú sovnar snýr seg um truplan kærleika og kynstrið at liva við eini familju, sum er eins ør og skroypilig sum flest allar aðrar familjur.

Bókin er um eitt húski og eina ætt. Linn Ullmann heldur tað vera heilt sjálvsagt, at hon og aðrir ungir høvundar hugsa nógv um júst familjuna:

"Familjan er nakað av tí áhugaverdasta, ið til er. Tú ert í brúdleypi, til eina ferming ella jarðarferð, og tú sært øll hesi fólkini, tú ert so nær skyld við. Tú ert góð við tey, ella nógv teirra, og kortini orkar tú ikki at vera ov leingi saman við teimum. Tað er so mangt løgið, so mangir knútar í eini familju, men hava vit hana ikki eru vit í einum undarligum tómrúmi. Eg vaks upp í eini tíð, tá ið kjarnuhúskið sum hugtak skuldi týnast, men tí hugburðinum mundu mong ikki trívast við. Nú er kjarnuhúskið við sínum virðum aftur í brennideplinum - ikki minst politiskt. Hetta ávirkar høvundar og filmskaparar, teir hyggja nú aftur at familjuni, sum vit øll eru partar av og sum eingin kann loysa seg frá. Og tað er ikki bara familjan, húskið, ættin ið verða viðgjørd. Spurningar um kærleika og Gud, teir stóru spurningarnir, sum vit fyri einum ættarliði síðan royndu at loysa okkum frá við at siga, at slíkt var ikki til. Eisini teir eru komnir aftur í brennidepilin. Tað er ein inniligur longsil í okkum eftir at verða uppií, vera partur av, samstundis sum tú kennir á tær, at alt skeiklast av lagi, tá ið tú roynir at gera longsilin til veruleika".

Tað er ikki lætt. Als ikki. Men skemt og list kunnu hjálpa tær at draga undan.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.com
Nøgd
Prísur
NOK 298,93
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Linn Ullmann

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35