Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Vagnur Streymoy
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Regin Davidsen
Umbrot: Regin Davidsen
ISBN: 978-99918-71-44-8
Útgávudagfesting: 6. september 2011
Síður: 36
Kápa: Heft bók

5,8% av dupultmorali

Vagnur Streymoy

Vagnur sigur sjálvur: Yrkingasavnið um dupultmoralin, lívsins skuggasíðu, villandi átrúnaðin og tað at vera til í fleiri heimum og veðurløgum kann tykjast hvassorðað, langt út um mark onkrastaðni, ella ”hatta kann mann ikki siga” -ligt, men tað er tilfarið, ið vit øll so ofta uppliva. Leygarkvøldið ella ”tann hugsjónsleysi, sum fór upp í politikk fyri pengarnar” hava á ein hátt vilst seg inn á reglurnar. Ímeðan - eg - standi - og - bíði - í - kø yrkingar troka seg eisini av og á inn í heysin og nokta at skrubba av. Hóast tær kanska ikki hava uppiborið pappírspláss, so hevni eg meg við at festa tær á blað.  


So eg havi altso skrivað um ymisk evni, alt frá kærleika til krígg og dupultmoralska vamlið, ið so ofta stendur við síðuna av súltutoynum á borðinum. So savnið skal ikki síggjast sum ein miseydnað roynd at gera eitt konsept savn, tí eg eri nokk so All over the place, so konseptsavn var ikki málið hjá mær. 
  
Men nakrar av yrkingunum kunnu nokk flokkast undir sama evni, og tónin og orðavalið eru verðslig, til tíðir kanska rá, men fatanin og upplivingarnar, ið hesar yrkingarnar eru sprotnar burtur úr hava irriterað meg so mikið, at einki annað enn ein rá lýsing riggaði. Men sum sagt, so eru evni og íblástur pilkað úr upplivingum og tonkum. Mótsetnigar so sum kríggj/friður eiga sín part í savninum saman við órógvi/ ótta og kærleika.   

Íblástur er eisini komin frá føroyskum rithøvundum. T.d.hevur Jóanes Nielsen givið mær íblástur, serliga tá ið vit hugsa um málbrúk, men annars so havi eg lisið heilt fitt av yrkingasøvnum, serliga føroysk. Dupulta lívið, ið nógv klára at liva, hevur eisini hugtikið meg, hence the title Dupultmoralur. Tú kanst neyvan hava tað normala uttan eisini at fáa tað svaka við. 
Nøgd
Prísur
kr. 149,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Vagnur Streymoy

Aðrar bøkur Yrkingar

Á marknaðinum í vár
Vit skulu upp og avstað
198,00
Á marknaðinum í vár
Allir luktir ørkymla mín staðarsans
198,00
Tann ákærdi boðberjin
198,00
Dreymaólag
148,00
ást
148,00
Martin Joensen
398,00