Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Karsten Hoydal
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-304-4
Síður: 344
Kápa: Heilbind
Pappírsbók
E-bók

Grógvið og grøtt (pappírsbók)

Karsten Hoydal
Nýggj endurskoðað útgáva

Karsten hugsaði nógv um gróður, at fáa fram vøkstur og skapa líkindi bæði handaliga og í huganum. Hann hugsaði um at grøða, har sum farið var av lagi.

Hetta er minningarbók, og tí er hóskiligt at seta hesi bæði sagnorðini grógva og grøða í núlidna tíð - tíðina, ið er farin, men kortini er krøkt í nútíðina. Samstundis verður stavrím í heitinum, og tað dámdi tí ættarliðinum væl.

Yrkingarnar hjá Karsteni eru løddar av einum skapandi hugflogi, sum fær sál og náttúru at syngja hvør í aðrari. Hann søkir miðvíst hesa lýrisku kraft og er tilvitandi um, hvussu hann sleppur fram at náttúruni. Sum hjá so mongum øðrum yrkjara er náttúran ein pallur fyri tilveruhugsan. Men hjá fáum sæst so sterkt samanheingi millum list og lívsfatan, mynd og hugsan sum hjá Karsteni Hoydal.

Myndirnar, Karsten skapar av náttúruni, eru á tremur við mótsetningsfyltum endurloysingum. Stríðið millum mótsetningar ber frukt og endar í sangi, men hetta er samtíðis ein agandi sannkenning av tí, sum ikki kann vera øðrvísi og ein hálovan av veruleikasambandinum.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, e-bók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundan Karsten Hoydal

(1912-1990)

Vaks upp í Hoydølum. Hann fekk útbúgving innan landbúnað og fiskivinnu og var undir seinna heimsbardaga í Keypmannhavn, virkin í felagsskapinum millum føroyingarnar har. Hann varð fyristøðumaður á fiskiídnaðarstovuni í umsitingini hjá heimastýrinum, og kom upp í politikk aftan á nøkur ár í altjóða arbeiði í Suðuramerika.

Aðrar bøkur Karsten Hoydal

Aðrar bøkur Yrkingar

Úrvalssavn
198,00
Sól skein sunnan
148,00
Útseld
Tónar úr innastu tøgnini - Yrkingar og týðingar
298,00
Himnahyljar
198,00
Sólsmakkur
248,00
OG
148,00