Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Uni Arge
Bólkur/ar: Greinasavn
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99918-71-57-8
Útgávudagfesting: 18. oktober 2011
Síður: 328
Kápa: Heft bók

Framtíðin kallar

Uni Arge

Í hesi bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011. Tær snúgva seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrún­að, tilveruna, tónleik, vinnulív, fjølmiðlar, mál og fólk.

 
Greinirnar eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Tær eru skrivaðar á løttum máli og seta samfelagsins og lívsins størstu spurn­ingar í perspektiv. Viðgjørd verða so ymisk evnir sum ógvus­lig bankaskrædl og spurningurin um, hvat eydna er.
 
Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Tá Abraham Lincoln, John F. Kennedy, John Lennon, Bob Dylan og Jóannes Patursson stríddust síni stríð, var málið ein betri framtíð. Sama mál hava vit við politiska kjakinum í dag.
 
Og tá nøkur av okkara fremstu mentafólkum og vinnulívsfólk­um hugleiða um tilveruna, kunnu vit eina løtu dvølja við okkara egnu vónir og dreymar. Vit spyrja, um vit eru eydnusom, og hugleiða um, hvussu vit skulu skapa okkara egnu framtíð.
Nøgd
Prísur
USD 27.31
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Uni Arge

F. 20. januar 1971 í Havn. Studentsprógv í 1990 og prógv av journalistskúlanum í Århus í 1999. Hevur starvast sum tíðindamaður á størstu føroysku fjølmiðlunum og gjørt 11 dokumentarsendingar til sjónvarpið og skrivað 20 ljóðmyndir til útvarpið. Hevur skrivað níggju bøkur og givið út egnan tónleik á trimum fløgum.

Aðrar bøkur Uni Arge

Ross og fólk
USD 57.51
Veðursjúka
USD 34.39

Aðrar bøkur Greinasavn

Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv
USD 50.28
Opera men eingin olja
USD 43.06
Ættarlið X
USD 21.39
Føroyingur við ongum flaggi
USD 28.61
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Framtakssemi í andgletti
USD 27.16
Uppaling og skúlaskapur
USD 12.72