Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Sjón
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Týðari: Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99918-71-76-9
Útgávudagfesting: 1. januar 2014
Síður: 106
Kápa: Heft bók

Skugga-Baldur

Sjón

Leygardagin 17. apríl 1868 fór eitt stórt farmaskip á land við Önglabrjótsnef á Reykjanesi. Tað var bikasvart og trímastrað og hevði trý dekk. Millum tær mongu tunnurnar av lýsi – eitt ómetaligt ríkidømi og ein Guds gáva til fátækafólkið her úti við sjógvin – raka bjargingarmenninir við, at okkurt livandi er á skipinum. Menninir verða skelkaðir, og tá finna teir eitt neyðardýr, ta ungu og illa á hold komnu gentuna Abbu, sum hevur Downs syndrom. Hon er við barn, men eingin veit, hvaðani hon er komin. 

Ungi plantufrøðingurin Fríðrikur B. Friðsjónsson, bóndi á Brekku, tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Men Abba sleppur ikki við í kirkju, tí presti dámar ikki evnaveik fólk, sum órógva gudstænastuna. Tá ið Abba doyr, fær Fríðrikur høvi at hevna seg. Fríðrikur og presturin á staðnum, Baldur Skugga­son, hava eitt mál at gera upp sínámillum. Prestur er ikki tann góði maður, sum hann letst í mannaeygum, og ein vetrardag í 1883, tá ið hann fer á fjøllini á eina ógvisliga revaveiðu, fær alt ein óvæntaðan enda … 
 
Sum av handahógvi rekir Sjón kynsturliga eina spennandi harmasøgu. Ein ævintýrlig og yndislig frásøgn um kærleika, meinfýsni og hevnd í harðbalnu íslendsku náttúruni.
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 129,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Sjón

Mánasteinur - Drongurin, ið aldri var til
198,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
348,00
Nýggj
Eden
248,00
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00