Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Gunnar Frederikson
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-29-5
Útgávudagfesting: 10. oktober 2012
Síður: 396
Kápa: Heft bók

26 heimspekingar

Gunnar Frederikson

Teir vóru ikki sum fólk flest, teir hugsaðu øðrvísi um tilveruna, teir gjørdu vart við sínar hugsanir, og tá ið teir vóru farnir undir grønutorvu, høvdu teir fingið fólk at hugsa øðrvísi. 

Stak áhugaverd bók, sum gevur tær innlit í høvuðstankarnar hjá øllum teimum stóru evropisku heimspekingunum gjøgnum tíðirnar. 

Heimspekinarnir eru: 
Thales, Platon, Aristoteles, Descartes, Hobbes, Spinoza, Leibniz, Locke, Hume, Voltaire, Rousseau, Kant, Herder, Hegel, Schopenhauer, Kierkegaard, Mill, Nietzsche, Luxemburg, Hägerström, Russell, Næss, Wittgenstein, Heidegger, de Beauvoir, Barthes.

Tað er kendi svenski høvundurin Gunnar Fredriksson, sum upprunaliga skrivaði hesar 26 greinirnar til eitt svenskt vikublað. 

At hugsa nýtt, øðrvísi og stórt hevur altíð verið hættisligt. Heimspekingar hava ofta hava verið mettir sum samfelagshættisligir, meðan teir livdu. Seinni eru teir vorðnir virdir og kendir sum umboð fyri hugsanar- og talufrælsi.

Tað er merkisvert, hvussu nógvir teirra høvdu stikni til lærdu háskúlarnar, og at kalla allir mætir heimspekingar hava verið jagstraðir av gudfrøðingum og kirkjum. Einstakir hava ongantíð fingið fyrigeving fyri sínar hugsanir.

Í úrvalinum eru bara tríggir heimspekingar, sum vóru høgt virdir professarar á lærdum háskúla: Kant, Hegel og Barthes. Russell var eisini professari, men misti starvið orsakað av sínum starvi fyri friði í heiminum og einum hjúnalívi, ið ikki sømdi seg. Wittgenstein varð professari, men málbar seg altíð niðrandi um universitetslívið í Cambridge, og starvsfelagarnir mettu hann vera so avpartaðan, at teir høvdu ilt við at góðtaka hann. 

Eingin úr tí stóra ættarliðnum - Descartes, Spinoza, Leibniz, Locke og Hume - høvdu eydnuna við sær á lærdum háskúla. Fleiri enn teir, sum vit vanliga geva okkum far um, vóru fyri ágangi og enntá riknir í útlegd av teimum, sum sótu við politiska valdinum. Rosa Luxemburg varð enntá myrd.

Høvundurin hevur avmarkað úrvalið til vesturheimin, hóast týdningarmiklar heimspekiligar stevnur sjálvsagt eisini hava verið aðrar staðir í heiminum. Men tær hoyra siðvenjum og mentanum til, sum líkjast frá okkara í so stóran mun, at eitt sovorðið yvirlit hevði verið til eina bók av heilt øðrum slag.

Prísur
NOK 314,84
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Gunnar Frederikson

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
NOK 632,85
Veðursjúka
NOK 378,44
Sanna Dahl
NOK 632,85
Góðkrút
NOK 712,35
Hugleiðingar av marbakkanum
NOK 553,35
Reyn, kæra Reyn
NOK 712,35