Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Torgny Lindgren
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99918-71-81-3
Útgávudagfesting: 16. august 2012
Síður: 138
Kápa: Heft bók

Humluhunang

Torgny Lindgren

Hon heldur ein langrøkjutan fyrilestur fyri linum áhoyr­arum í hesari lítlu bygdini um halgimenni. Heðin býður henni heim við sær at gista langt burtur av alfaravegi. Morgunin eftir ætlar hon sær av stað, men um náttina er so nógvur kavi lagstur, at tað er ikki hugsingur um. Einki kavaplógv kemur fram. 

Tað gongur upp fyri henni, at báðir brøðurnir eru deyða­­­sjúkir. Annar hevur krabbamein, og hin hevur ringt hjarta. Hon verður tí verandi hjá Heðini og Ólavi í eitt heilt ár. Brøðurnir eru so fullir av hatri hvør til annan, at hvørgin vil doyggja undan hin­um, og tað er hetta hatrið, sum heldur lív í teimum. 
 
Káin og Ábal umaftur?
 
Eina ferð høvdu teir eitt konufólk í felag. Hon var gift við Ólavi, men lá hjá Heðini, sum skar hana í lærið, hvørja ferð tey høvdu verið at – sum veiðimaðurin sker í byrsuskeftið, hvørja ferð hann hevur fingið fong.
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
NOK 205,12
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Torgny Lindgren

Vegurin hjá ormi yvir klettin
NOK 205,12

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35