Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Herbjørg Wassmo
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Lív Joensen
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99918-73-27-5
Útgávudagfesting: 5. oktober 2010
Síður: 280
Kápa: Heft bók

Húsini við blindu glasveranduni

Herbjørg Wassmo

Hetta er ein nøtrandi søga um eitt einsamalt stakkaladýr, eina gentu, sum býr saman við sínari fámæltu og oyðiløgdu mammu, sum hevur nóg mikið í sínum kærleiksleysa gerandissliti, og einum fosturpápa, sum misnýtir hana kynsliga.  Søgan fer fram í Norðurnoregi í fimmtiárunum. Hóast kjarnin í bókini er søgan um Toru, verður hon sett í størri samanhang. 

Bókin verður eisini ein lýsing av bygdarsamfelagnum, sum Tora veksur upp í. Kríggið er just avhæsað, og Tora er týskarabarn. Bæði hon og mamman eru krígsoffur. Oman á ta vanlagnuna neyðtekur fosturpápin hana. Hvussu kann Tora mennast undir hesum korum? Hvørjar útvegir finnur hon, so hon kann draga undan í hesum lívskarga og ræðuliga umhvørvi?

Tá ið vit hitta Toru, er hon í teimum viðkvæmu kynsbúningarárunum, í skiftinum  frá barni til vaksna kvinnu.  
Ljóðbókin er tøk á mofibo.com
Nøgd
Prísur
25,24 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Herbjørg Wassmo

Vegurin at ganga
20,00 EUR

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
46,72 EUR
Nýggj
Eden
33,29 EUR
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
40,01 EUR
Staklutirnir
40,01 EUR
Kærleikin
40,01 EUR
Sára Malena
46,72 EUR