Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Frans G. Bengtson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Bjarni Niclasen
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-84-4
Útgávudagfesting: 10. oktober 2012
Síður: 616
Kápa: Heft bók

Ormur reyði

Frans G. Bengtson

Søgan um Orm Reyða gandar fram aftur víkingaheimin, sum hann var í 10.øld. Bókin verður mett at vera ein tann besta søguliga skaldsøga, sum nakrantíð er skrivað.

Ormur er hetjan í søguni, og honum fylgja vit frá tí, at hann sum óroyndur ungur maður fer út í heim, til hann er aldrandi maður við nógvum lívsroyndum í slóðini.

Og tær spenna víða. Hann verður tikin trælur og giftist inn í kongsætt. Leiðin eftir mæti og ríkidømi ber hann til Onglands, til maurarnar í Spania, til Garðaríkis, og hann heldur fram oman eftir áunum suður til Miklagarðs. Í sjóroki og á tiljum, sum skvagga í sveitum, fáa vit søgur um Harald Blátonn, jómsvíkingar, harðliga stríðið at kristna norðmenn og mangt, mangt annað.

Bengtsson er frásøgumaður av teimum allarbestu, og bókin hevur fingið treytaleyst góð ummæli allastaðni.  Her eru eingir keðiligir partar at leypa um, og Bengtsson er so smittandi stuttligur, at umframt tær góðu frásagnirnar, situr tú sum lesari í skellilátri.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Prísur
26,58 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Frans G. Bengtson

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
46,72 EUR
Nýggj
Eden
33,29 EUR
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
40,01 EUR
Staklutirnir
40,01 EUR
Kærleikin
40,01 EUR
Sára Malena
46,72 EUR