Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Tummas Lenvig
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Cre8
ISBN: 978-99918-71-09-7
Útgávudagfesting: 20. november 2010
Síður: 200
Kápa: Heft bók

Tá ið føroyskt málstrev byrjaði

Tummas Lenvig

Tilfarið í hesum savni stavar frá tíðarskeiðinum 1888 og fram til aldamótið 1900.


Hetta eru blaðgreinir, har sum høvuðsevnið viðvíkur rættindunum hjá fólksins egna móðurmáli, nú tíðin hevði við sær, at kommunalir barnaskúlar vórðu settir á stovn úti um landið, og børnini fingu plikt at ganga í skúla. Nýstovnað Føringafelag hevði elvt til, at eitt føroyskt málstrev av álvara var íbirt. 

Bløðini, sum greinirnar eru fingnar úr, eru "Dimmalætting", "Færøsk Kirketidende" og "Føringatíðindi".

Tilfarið leggur fyri við at umtala ta upprunaligu støðu, sum Føringafelag tók frá byrjan, tað stevnumið og mál, sum tað setti sær fyri: Fyrst og fremst at vinna Føroya fólks egna móðurmáli heimarætt í Føroyum til nýtslu í kirkju, skúla og sum rættarmál. Men umframt hetta umboðar tilfarið eisini eitt uppkomið mótrák ímóti hesi stevnu. Og tað fær lesarin eisini greitt innlit í.
Prísur
GBP19.38
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Tummas Lenvig

Føddur í 1923. Útbúgvin lærari og seinni cand.phil. í føroyskum. Tummas hevur arbeitt nógv við tíðarbilinum, tá ið føroyskur tjóðskaparandi kyknaði seinast í 19. øld.

Aðrar bøkur Tummas Lenvig

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Framtakssemi í andgletti
GBP21.69
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Viljans verk æt fólksins frami
GBP11.31

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
GBP45.91
Veðursjúka
GBP27.46
Sanna Dahl
GBP45.91
Góðkrút
GBP51.68
Hugleiðingar av marbakkanum
GBP40.15
Reyn, kæra Reyn
GBP51.68