Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Norrønar bókmentir
Upprunaland: Ísland
Týðari: Poul Vestergaard
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99918-73-07-7
Útgávudagfesting: 5. desember 2012
Síður: 88
Kápa: Heft bók

Søgan um Ravnkel Froysgoða

Ravnkel Froysgoða er íslendsk søga um unga drongin, Ravnkel, sum kemur til Íslands í landnámstíðini seinast í 800-talinum. Ungi Ravnkel setir búgv í einum dali, har hann ger stóra blótveitslu fyri Froyi, gudi sínum. Hann fær sær nógvan fenað, seyð, neyt, geitir og ross. Men aftur at hesum eigur Ravnkel ein dýran grip, sum hann metir hægri enn alt annað, og tað er hesturin, Froyfaksi. Ravnkel vígdi og gav Froyi helvtina av hestinum, sum eisini nevndist eftir gudinum. Síðan svór Ravnkel tann eið, at um nakar maður setti seg á hestin og reið honum, skuldi hann láta lív. Stóran garð við nógvum fenaði hevur nú Ravnkel, og nógvir ungir menn biðja sær starv á garðinum. Eisini ein fátækur drongur kemur til garðs og biður starv, og hann sleppur at røkta seyðin uppi í dalinum, men verður biðin um at hava eyguni væl við Froyfaksa og ryssufylgi hansara. Hvat, ið síðan hendir, skal ikki avdúkast, men spennandi søga tekur seg upp við ógvisligum fylgjum fyri allar partar.

Nøgd
Prísur
NOK 236,92
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Norrønar bókmentir

Heimskringla II
NOK 298,93
Heimskringla I
NOK 298,93
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Heimskringla III
NOK 298,93
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Føroyinga søga
NOK 298,93
Laksdøla søga
NOK 298,93
Vølsunga søga
NOK 298,93