Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Heðin Brú
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-95-0
Útgávudagfesting: 16. oktober 2012
Síður: 160
Kápa: Heft bók

Lognbrá

Heðin Brú

Í Lognbrá fylgja vit droymaranum Høgna frá smádreingi, til hann mannkomin fer til skips. Høgni er yngsti sonur í stórbóndahúsunum í Túni. Hóast Túnshúsið er valahús og foreldur Høgna, Guðrun og Sakir, dugnalig bóndafólk, so roynist barndóm­urin Høgna alt annað enn lystiligur. Einki samljóð er foreldranna millum, og í hesum sálarliga ótrygga heimi, fyltur av happing og høggum, mistrívist smádrongurin og byggir sær upp sína egnu dreyma­verð saman við teirri fremmandu gentuni, ið hyggur upp á hann "við sínum stóru bláu eygum og sínum fagra gula hári."

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 149,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Heðin Brú

Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnugur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. 

Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum … tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips. Hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burturúr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til. Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. – Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann. Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.

Tá ið Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar.

Árni Dahl. Føroysk bókmentasøga II

Aðrar bøkur Heðin Brú

Leikum fagurt
248,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Stuttsøgur - Heðin Brú
249,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Fastatøkur
149,00
Feðgar á ferð
149,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00