Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Heðin Brú
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-94-3
Útgávudagfesting: 16. oktober 2012
Síður: 144

Feðgar á ferð

Heðin Brú

Fáur dugir so væl sum Heðin Brú at greina og eyðmerkja ta gomlu tíðina, men endamál hansara var ikki at steðga tíðini, heldur at lýsa og greiða frá og seta tað farna upp sum tað var.  

"Teir lata seg væl í, teggja sóknarongul, skutil, línu, fastakast og vápn upp á seg og so avstað.„Pápin, hygg hvussu skjótt bilarnir fara“, øvundar Kálvur, hann gongur krýkin undir byrðini. „Minst til spikið, mítt barn, og klaga ikki, vit koma eisini til Seyrvágs, fram kemur hann, ið hóvliga fer. Nú skulu vit taka brekkuna so líðandi niðan á Háls. Vit hava ongan skund. Tað er ikki vant at ganga tvey fyri eitt við grind á Seyrvágsfirði.“„Skulu vit ikki fara eftir vegnum, pápin,“ spyr Kálvur og slær tærnar í ein stein. Nei, tað vildi Ketil ikki. „Tann gamla gøtan hevur verið nóg góð alla mína tíð, so man hon fara at hjálpast í dag við.“
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
231,04 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Heðin Brú

Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnugur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. 

Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum … tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips. Hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burturúr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til. Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. – Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann. Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.

Tá ið Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar.

Árni Dahl. Føroysk bókmentasøga II

Aðrar bøkur Heðin Brú

Leikum fagurt
384,56 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Stuttsøgur - Heðin Brú
386,11 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Fastatøkur
231,04 SEK
Lognbrá
231,04 SEK

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
384,56 SEK
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
462,09 SEK
Staklutirnir
462,09 SEK
Kærleikin
462,09 SEK
Sára Malena
539,62 SEK
Hjarta mansins
539,62 SEK