Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Maria Ernestam
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99918-76-04-7
Útgávudagfesting: 15. desember 2012
Síður: 402
Kápa: Heft bók

Altíð hjá tær

Maria Ernestam

Knappliga er einki longur soleiðis, sum tað hevur verið. Maður Ingu er deyður av einum hjartatilburði; hann er ikki longur til.

Í tvey ár rýmir hon undan sorgini, sýnist røsk og díkir seg undir í arbeiði. Men ein órein viðmerking ger, at alt skramblar saman.

Hon flýggjar til summarhúsið á Marstrand, sum familja hennara hevur átt í fleiri ættarlið. Har vónar hon at fáa frið at finna aftur á rættkjøl.

Av tilvild finnur hon eina gamla eskju. Hon er full av pappíri, útklippum úr tíðindabløðum og niðast á botni eitt bræv, stempl­að í Mombasa, Kenya, 1916. Inga gerst forvitin, serliga av nøkr­um løgnum setningum, sum brævið endar við. Tað er, sum vaknar hon úr dvala; hon fer eldhugað undir at leita eftir einari frágreiðing – og ímeðan kann hon gloyma ta støðu, hon sjálv er í. Rannsakanin førir hana aftur í tíðina, gjøgnum søguna hjá ættini, til eina avgerandi hending í skugganum av fyrra veraldarbardaga. Og Inga skilur, at lagnan hjá ommuni í faðirætt hevur ávirkað hennara egna lív meira, enn hon nakrantíð kundi havt varhuga av.

Altíð hjá tær er ein víðtøkin skaldsøga um minni, ið valda á nútíðini, um at sætta seg við tað, sum var. Við sínum persónliga og livandi máli hevur Maria Ernestam skrivað eina hugtakandi frásøgn, sum ikki aftrar seg fyri at taka upp stórar spurningar, so sum sorg og missir, vinalag og sterkan kærleika.
Nøgd
Vanligur prísur
291,52 SEK
Klubbaprísur
291,52 SEK
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Maria Ernestam

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
539,62 SEK
Nýggj
Eden
384,56 SEK
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
462,09 SEK
Staklutirnir
462,09 SEK
Kærleikin
462,09 SEK
Sára Malena
539,62 SEK