Vøruslag: E-bók
Høvundur/ar: Merethe Lindstrøm
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99918-76-26-9
Útgávudagfesting: 5. mars 2013
Framleiðsla: Sprotin

Dagar í kvirrunnar søgu

Merethe Lindstrøm
Eini aldrandi hjún hava í øllum stillum gjørt av sínámill­um ikki at tosa um fortíðina. Meðan hann verður alsamt fjarari og at enda tagnar, roynir hon at bróta sær leið úr einseminum og tøgnini.  

Merethe Lindstrøm skrivar um at goyma loyndarmál og tøgn.

Tað snýr seg um kærleika millum tvey menniskju, sum í sínum lívi hava staðið andlit til andlits við stór val, sum hava stýrt teirra tilveru, og varnast síðan, at sumt letur seg ikki fjala. Tað er ikki tað, at fortíðin dagar fram aftur, hon hevur hevur verið har alla tíðina, men seyrar nú ógvusligari enn áður inn í tilvitskuna á teirri aldrandi kvinnuni. 

Einastaðni sigur lettiska húshjálpin við konuna: »Norsk hús eru rein (…) Júst sum norðmenn«. Ein margháttlig staðfesting, sum konan flennir at, men í hesum setningi liggur so ómetaliga nógv.  

Aldrandi konan, ið er gift jøda, átti at hoyrt, hvat ið tænastu­gent­­an í roynd og veru sigur, tí uttan at avdúka alt, er henda lettiske Marija meira enn bara á ein hátt  hugtikin av „reinleika“.
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 98,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
E-bókin (EPUB-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
E-bókin er ein EPUB-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Appir at lesa e-bøkur við eru td. iBooks, VoiceDream og Calibre.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Merethe Lindstrøm

Úr vetrarskjølunum
248,00
Dagar í kvirrunnar søgu
188,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.08.2020
Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00
Stormfuglar
198,00