Vøruslag: E-bók
Høvundur/ar: Torgny Lindgren
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99918-73-53-4
Útgávudagfesting: 19. oktober 2012
Framleiðsla: Sprotin

Vegurin hjá ormi yvir klettin

Torgny Lindgren

Vegurin hjá ormi yvir klettin er fleirfalt virðislønt meistaraverk, sum fer fram í gamla svenska bóndasamfelagnum. Tá ið rithøvundurin las bókina upp í útvarpinum, setti lurtaratalið met, og stutt eftir tað gjørdi Bo Widerberg skaldsøguna til film. 

 
Einkjan Tea býr í einari bygd millum Lycksele og Norsjö inni í Västerbotten. Inntøku hevur hon onga, og aftur fyri fátækdømi sítt noyðist hon at rinda keypmanninum við kroppi sínum á sovibríkini.
 
Frásøgnin um lagnu hennara er løgd í munnin á Janna, sum er sonur hennara. Hann greiðir frá skuld og krøvum, sum eirindaleyst ganga í arv ættarlið eftir ættarlið, men sum til endans verða strikað av einari óvæntaðari hending.
 
„So er sagt, at á upphavsins morgni var mannakroppurin tað einasta, sum kundi nýtast, tá ið okkurt skuldi málast. Tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált, hevur tú sagt, Harri, og tey orðini vóru eisini ætlað Karli Orsa.
 
“Onnur viðgitin verk eftir Torgny Lindgren eru umframt hesa skaldsøguna m.a.: Merabs skönhet, Batseba, Legender, Ljuset, Till sanningens lov, Humluhunang, I Brokiga Blads vatten, Pölsen, Döden ett bekymmer, Maten, Minnen. 
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 78,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
E-bókin (EPUB-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
E-bókin er ein EPUB-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Appir at lesa e-bøkur við eru td. iBooks, VoiceDream og Calibre.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Torgny Lindgren

Humluhunang
129,00
Vegurin hjá ormi yvir klettin
129,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.08.2020
Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00
Stormfuglar
198,00