Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jákup Joensen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jóannes Lamhauge
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-45-0
Útgávudagfesting: 7. november 2013
Síður: 140
Kápa: Heft bók

Víkingasynir

Jákup Joensen

Í einari bygd í Norðurbretlandi stóðu ein dagin nakrir menn niðri við sjóvarmálan og prátaðu. Bátur var eingin at vænta, tí allir vóru heima, men av gomlum vana hugdu menninir javnan út á sjógv.   

„Er ikki okkurt har ?“ sigur ein.  

„Eitt segl haldi eg,“ heldur annar. 

Segl var tað, men eitt margháttligt segl. Ikki høvdu teir sæð slíkt seglskapilsi fyrr. Samdir vóru teir um, at hetta segl eina mest líktist víkingaseglum, teir høvdu sæð á myndum.   

Skjótt nærkaðist seglið. Lítil bátur, lættliga bar hann seg, skapilsið var langt og mjátt. Hevði stavnurin verið hægri, báturin nakað væl meira upprendur framman, so hevði hann verið meinlíkur víkingaskipi, hóast hann var ógvuliga nógv minni.  

Báturin leggur at í øllum góðum.   

„Hvørjir landsmenn eru tit?“   

„Føroyingar,“ er svarið.   

Soleiðis komu føroyingar mangan í krígstíðini móti landi í Íslandi, Føroyum og Bretlandi, tá ið skipini, teir vóru við, vórðu søkt, og teir høvdu bjargað sær í bátarnar.

Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Jákup Joensen

Aðrar bøkur Søga

Á marknaðinum í vár
At liva í løtum
448,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00
Lív og lagna á Líðini
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
248,00