Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Høgni av Heiði
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Kirstin Helgadóttir
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-44-3
Útgávudagfesting: 1. apríl 2013
Síður: 134
Kápa: Heft bók

Við bivandi hjarta

Høgni av Heiði

Sólin letur hana úr. Eitt plaggið fyri og annað eftir hvørvur av kroppi hennara og endar sum tilfar í tí bóli, sum hon reiðir sær. Her liggur hon so væl krógvað, at henni nýtist ikki at stúra fyri, at nakar sær hana. Ikki ein sál er í námindu, hon eigur hesa grýtuna heilt fyri seg sjálva, ja, um hon sær burtur frá einum grátítlingspari, sum býr einastaðni undir bakkanum…  

Hon toyggir sínar vøkru limir út eftir helluni og breiðir seg. Liggjandi á rygginum, víðopin og bjóðandi, liggur hon sum eitt offur til sólina. Hon gleivar eitt sindur meira, so sólargeislarnir sleppa framat at kína henni um kynið. Áhaldandi kín teirra fáa hana at lata seg meir og meir upp. Brátt kennir hon sólina rísa inni í sær. Hon liggur við sólini.  

Nøgd
Prísur
kr. 149,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Høgni av Heiði

Høgni av Hei​ði (f. 1962) virkaði sum rithøvundur frá 1987 til 1996 og skrivaði 5 bøkur, umframt ein hóp av greinum um átrúna og lívsáskoðan. Nógv er síðani givið útaftur á Sprotanum. Hann er útbúgvin lærari og búsitandi í Keypmannahavn, har hann hevur starvast á ymsum bókasøvnum og heilsølum.

Høgni av Heiði er kanska best kendur fyri skaldsøguna ​Tað heita summarið​ (1987) og greinasavnið ​Prestar og profetar​ (1994), sum gingu nýggjar leiðir í føroyskum bókmentum. 

Aðrar bøkur Høgni av Heiði

Føroyingur við ongum flaggi
198,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Tað heita summarið
169,00
Dagar í Vietnam
149,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00