Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Leikrit
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Kirstin Helgadóttir
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-006-7
Útgávudagfesting: 1. november 2013
Síður: 254
Kápa: Heft bók

Nýtíðarleikir 1

Leikbólkurin TVAZZ hevur framført allar leikirnar í tíðarbilinum frá 2006-2009. Allir leikir vórðu framførdir fyri útseldum húsum, gravgangur var eftir plássum og allir leikirnir elvdu til kjak, annaðhvørt undran, virðing, andstygt ella eini boð um, at hol var brotið ígjøgnum onkran múr.   

Allir leikir grava djúpt inn í mannasinnið, hvør við sínum serstaka sniði, onkur skemtiliga og speiskliga, annar sum kamarspæl millum tvey og uppaftur ein sum dramayrking, eitt epos inn í sálarinnar myrkur.   

Tvídrátturin hjá okkum, sum fáast við leiklist, er, at leikurin livir bert í løtuni, í myrkrinum, har søgan fer fram beint framman fyri okkum her og nú, har alt kann henda, himmal og helviti og so er liðugt.   

„ … and the rest is silence.“ Løtan kann ikki endurspælast ella goymast. Hon livir bert í minninum og hjartanum á áskoðaranum – tað merkir: um vit eru heppin, og tað eydnast.    

Køksdrotningarnar – tríggjar skrindur skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munninum, tríggjar kvinnur, sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar.     
Fundamentalisturin – ein leikur um trúgv – og vón og kærleika. Leikhøvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku leikritavirðislønina í 2008 við Fundamentalistinum.    

4:48 Psykosa – ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl.  
Er lívið vert at liva?      

Yvirskotið av hesi sølu fer óskert til Fountain House Føroyar – Rasmus Rasmussen til minnis

Nøgd
Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Leikrit

Lykkenborg
198,00
Leikritið Ó - Søgur um djevulskap
100,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Veitslan
148,00
LeikREAD 2015
198,00
LeikREAD 2013
198,00
Stovugenturnar
129,00