Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Heini Olsen
Bólkur/ar: Endurminningar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-74-0
Útgávudagfesting: 1. desember 2013
Síður: 394
Kápa: Heilbind

Trý túsund nætur og trinnar

Heini Olsen

Ensku yvirmenn okkara vóru allir „veterans from the upper class,“ sum løgdu doyin á at skifta klæðir, áðrenn vit settust við borðið, sama um maturin við hvørt næstan hvarv í sandroki, ella rættari í pulvurrokið, tí tað trongdi seg inn og næstan fjaldi alt, sama um øll op vóru skalkaði til.     

Tjaldalívið var einfalt, men kortini hart við hvørt, eitt nú tá vit á vetrartíð á háslættanum lógu undirkavaðir ella um summarið í hitanum á lág­lend­inum, tá vit í oyðimørkini fingu ólag á motorin og næstan doyðu tosta­deyðan, og har vit eisini vórðu álopnir.  

Bók mín Meg minnist og ørminnist 2 endaði við fráferð í Eysturlond, ið setti spurningin: „Og hvat man her liggja fyri framman?“  

Við hesum var eg rokkin tí, sum eg upprunaliga ætlaði at fara undir, tey árini – 1956-1962 – í Míðeystri, og havi eg her roynt at svara fyrra partin av spurninginum við at greiða frá tíðini í enska ráðgevandi felagn­um, John Mowlem & Co., Ltd., ið, sum nevnt í fororðinum, fevndi um árini 1956-57 í tjaldalegu saman við Nigel Smith úr New Zealandi og Robert – Bob – Hind  úr Bretlandi, tríggir javnaldrandi, nýklaktir verkfrøðingar burtur í londum á ókendum leiðum.

Nøgd
Prísur
kr. 240,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Heini Olsen

 

Føddur í 1930 í Vestmanna. Útbúgvin verkfrøðingur í Noregi og Danmark. Arbeitt í føstum starvi hjá Landsverkfrøðinginum í 32 ár, men fyrst 7 ár í Persia og 2 ár í Holbæk Amts Vejvæsen. Síðan útlæntur frá Lv: 1 ár í Afghanistan, ½ ár í Nigeria, Vesturafrika og 4 ár á Zanzibar og Tanzania, Eysturafrika, øll 41 árini í vegagerð. Við til at stovna Føroya Verkfrøðingafelag og IRF. 40 – 50 útvarpssendingar, blaðgreinir og ummæli.

Aðrar bøkur Heini Olsen

Meg minnist og ørminnist 2
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
240,00

Aðrar bøkur Endurminningar

Sær er siður á landi
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Hús og húski í Dali
165,00
Grund 3
298,00
Meg minnist og ørminnist 2
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
240,00