Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: John Steinbeck
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: United States
Týðari: Finnbogi Ísakson
Kápusnið: Frits Johannessen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-72-6
Útgávudagfesting: 2. apríl 2013
Síður: 222
Kápa: Heft bók

Letingarnir

John Steinbeck

John Steinbeck lýsir í hesari skaldsøgu meksikanskar sonevndar „paisanos“ – bóndaflókar –, sum als ikki liva av landbúnaði.  Teir liva frá hondini í munnin. Gera ikki Dáva nyttu um dagarnar, taka sær av løttum í sólini, eta tað, ið rekst fyri kjaftin og drekka alt, teir fáa hendur á.   

John Steinbeck livdi leingi saman við hesum lívsnjót­arum, og lýsingin av teirra gerandisdegi ber dám av tokka til hesi fólk og hetta lív.    

Í roynd og veru er skaldsøgan ógviliga tíðarbær, tí alt í okkara tíð tykist snúgva seg um at røkka hægri málum og stremba eftir meiri, og bókin setur spurningin: Hvør hevur rættin at siga, hvat ið rætta lívið er?    

Tey, ið oftast verða sædd niðurá, tí tey ikki liva so „norm­alt,“ fáa mangan meira gleði burtur úr lívinum enn tey, ið ikki slíta hálvan aldur av berari peningagirnd.   

Boðskapurin er, at eydnan kann saktans húsast í tí at hava samhuga við øðrum og at vera sjálvráddur, at ansa løt­uni nú og gera tað, tú heldur vera rættast – sama hvat „hini“ og tann stóra fjøldin halda.

Nøgd
Prísur
291,52 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur John Steinbeck

Niðunátt
262,06 SEK

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Fjarvera tín er myrkur
539,62 SEK
Illgruni
462,09 SEK
Málningurin av Dorian Gray
539,62 SEK
Vit eru fimm
462,09 SEK
Fylg sjóvarfallinum
539,62 SEK
Skunda tær at elska
462,09 SEK