Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: William Heinesen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Týðari: Hans Thomsen
Kápusnið: William Heinesen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-060-9
Útgávudagfesting: 10. november 2014
Síður: 212
Kápa: Heft bók

Tornið á heimsins enda

William Heinesen

Í  kvirruni hoyrast langt burturi stjørnudropar dryppa av himni. Afturljóðið hoyrist um alt tað stóra himnahválvið.
Hetta er einasta ljóðið í himni og á jørð.
– Ljóðið kemur frá einum vatnkrana, sum ikki er rættiliga fyrisnaraður.
Einsamallur og einsligur er tann dryppandi vatnkranin í verðini.

Minnismyndirnar eru skipaðar í eini 70 brot, sum annaðhvørt frásøgumaðurin sum gamal ella frásøgumaðurin sum barn sigur okkum.

Inn ímillum dregur gamli  frásøgumaðurin okkum upp úr barnaárunum og inn í núið. Har verða virði mett og sett upp ímóti tí, ið farið er, áðrenn aftur verður kavað niður í farna tíð, og nýggj brot verða manað fram.

Hann argast um, at hann nú myndaliga talað er staddur við heimsins enda og bara kann hyggja aftur á eitt lív, sum unglingar nú valla ígjøgnum, meðan hann situr í aldurdómsins fongsli. Men tað er eisini eitt makaleyst lív, hann hyggur aftur á.
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
GBP21.69
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin William Heinesen

(1900-1991)

William Heinesen er viðgitnasta skald, Føroyar hava fostrað. Hann telist millum fremstu skaldsøguhøvundar í Norðurlondum í farnu øld, og í 1965 fekk hann Norðurlendsku bókmentaheiðurslønina.

Aðrar bøkur William Heinesen

Om børn, træer, hvaler og andre, der har god tid
GBP34.38
Laterna magica
GBP22.84
Degningsvindar
GBP22.84
Glataðu spælimenninir
GBP21.69
Móðir sjeystjørna
GBP17.19
Nóatún
GBP21.69

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
GBP40.15
Nýggj
Eden
GBP28.61
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
GBP34.38
Staklutirnir
GBP34.38
Kærleikin
GBP34.38
Sára Malena
GBP40.15