Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kristian Osvald Viderö
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: William Heinesen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-062-3
Útgávudagfesting: 16. oktober 2014
Síður: 346
Kápa: Heft bók

Ferð mín til Jorsala

Kristian Osvald Viderö

Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð.  

Burtur úr leitanini kom henda sjaldsama bókin, sum tvinnar eygleiðingar og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.   
 
Við borðið stendur ungur maður og syngur með hesum sama forna lagi; hann ruggar yvir háls og herðar, bulurin gongur kykur í hljóðfalli við orðini. Tað er, sum siti hann vaggandi uppi á úlvaldabaki á ferð yvir oyðisandar. Mestur er hann ein av hesum Jemengyðingum, sum í mong árhundrað hava livað av at flyta fólk á úlvaldabaki um oyðimørkina. Guðsdyrkan teirra og heila lív hevur fingið dám av einmani og fábroytni oyðimarkarinnar. Soleiðis sita teir enn og rugga og vagga á júdasamkundarhúsum og hava varðveitt margar fyrndargamlar máliskur og átrúnaðarsiðir. Undirdjúpt og óendaliga fjart er eygnabragd henda unga manns; av sjáldsomu hábrøgdum hans og bladrandi bønartulum berst mær fyrir sjónir hin gamla Ísraelslitiska guðsdírkanin.
Nøgd
Prísur
NOK 314,84
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Kristian Osvald Viderö

Gilgamesj – Viderö hugleiðir
NOK 473,84

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35