Vøruslag: Ljóðbók
Høvundur/ar: Göran Tunströn
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Upplesari: Páll Danielsen
ISBN: 978-99972-1-132-3
Útgávudagfesting: 6. august 2013
Framleiðsla: Ljóðbókaforlagið
Longd: 13t
Fílustødd: 734.29 MB

Jólaoratoriið

Göran Tunströn

Jólaoratoriið eftir Göran Tunström er ein av ríkastu og mest yndaðu svensku skaldsøgunum seinastu fjórðingsøldina, og sum vera man er bókin týdd til nógv onnur mál. Fyri bókina fekk Authorin tær størstu viðurkenningar. Jólaoratoriið hevur fleiri ferðir verið ført fram á leikpalli, og Kjell-Åke Andersson hevur fingið stóra viðurkenning fyri filmin. 

Jólaoratorrið byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram. Hon røkkur um trý ættarlið, byrjar í tríatiárunum og endar í dag. Søgugongdin fer fram millum Värmland og landafrøðiliga mótpol tess - Nýsæland. 
 
Hóast Jólaoratoriið er ein bók um sorg og longsil, so ivast Authorin ikki í kærleikans mátti, sum er "at geva einum øðrum menniskja lívsmegi" og viðurkenna lívið, sum tað er.
 
Sum ein tráður ígjøgnum alla søguna við øllum teimum ríku og skiftandi tilburðunum gongur leitan Sidners Nordenssonar eftir einari javnvág ímillum sorgina, sum heldur fram at níva, og kærleikans lívsjáttandi og lekjandi megi. Sonur Sidners verður tónlistamaður og kemur aftur til Sunne, har hann stjórnar Jólaoratorii Bachs, sum endar við hesum orðunum á enskum máli: "You shepherd folk, be not afeared,/because the angel tells you:/this weak babe/shall be our comfort and joy,/there to subdue the devil/and bring peace at last." 
 
"Bókin Jólaoratoriið er tað, vit rópa tíðarleys. Ein fagnaðarkvøða til menniskjanna gátuføru evni at vísa frøi og bera trega, hvar tey enn hava fingið sess í lívinum."
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 169,00
Klubbaprísur
kr. 135,20
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Göran Tunströn

Jólaoratoriið
169,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.08.2020
Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00
Stormfuglar
198,00