Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Jørgen-Frantz Jacobsen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-45-5
Útgávudagfesting: 26. november 2011
Síður: 326
Kápa: Heft bók

Barba og harra Pál

Jørgen-Frantz Jacobsen
Jørgen-Frantz setti sær fyri at siga eina søgu um sínar djúpastu kenslur. Søgan skuldi verða bæði lovsongur og harmaljóð á tí mótið, har neistar bresta ímillum lív og deyða. Tað mótið bygdi hann upp í fleiri fláum: einum søguligum botni, einum evni úr eini søgn og sjálvævisøguligum tilfari um kærleika til gentu, hann ikki fekk.

Søgn var um prestseinkjuna Beintu, ið dró menn til sín og beindi fyri teimum. Jørgen-Frantz málar nýggja mynd av henni við sterkum erotiskum strokum. Hon tølir alt og øll, men undir hesari tølan býr eingin óndskapur, bara ódarvað náttúra. Søguliga Beinta gerst í skaldsøguni kvinna, sum fyllir menn við ovurhuga, knýtir teir eirindaleyst til sín, heftir teir at sær sum rúsevni. 

Nýggi presturin kemur í hóslag við prestseinkjuna, og hon verður ein sterkari brandur á himlinum enn Várharra sjálvur. Hetta elvir trega og ástarrús um somu leið.

Hesa sálarkvøl verða vit sogin inní í skaldsøguni. Hetta er pínan og rúsurin, lesarin sleingist ímillum.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
NOK 298,93
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Jørgen-Frantz Jacobsen

(1900-1938)

Hann var úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum. Hann skrivaði tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark.

Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum.

Í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina Barbaru. Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víða gitin og varð týdd til mong mál.

Aðrar bøkur Jørgen-Frantz Jacobsen

Dýrmæta lív
NOK 205,12

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
NOK 553,35
Nýggj
Eden
NOK 394,34
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35