Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-166-8
Útgávudagfesting: 30. oktober 2015
Síður: 86

Úti í haganum meðan skýmingin dettur úr vindeyganum

Christian Fróði Djurhuus

Hetta yrkingasavn, sum tú nú lesur úr, er skrivað í eini endurbúgvingarprosess til tað betra. Flestallar av yrkingunum hava staðið á mínum Facebook-vanga, sum mong hava havt gleði av. Nakrar av hesum yrkingum bera dám av tí, sum eg vil nevna persónligar samtalur, feldar niður á pappír, men sum eg hóast alt haldi hava sítt rætta pláss her.

Eg havi í mong, mong ár stríðst ein stundum sera einsaman bardaga við meg sjálvan, og havi, sum mong eisini vita, stríðst við eina sálarsjúku, nevnd skisofreni ella hugklovningur, um ein vil. At skriva hevur verið eitt sera frígerandi amboð til at hjálpa mær at málbera tað, sum eg ikki havi megnað at málbera á munnligan hátt.

Eg havi nevnt fyri mongum av mínum vinum, sum eisini skriva yrkingar, at hitt religiøsa hevur skert mítt skrivliga hugflog, men hetta skal ikki misskiljast, tí eg havi eisini skrivað fleiri sálmar og sangir, sum ikki standa í hesum savni, og sum eg persónliga eri serstakliga glaður fyri.

Fyri at siga sum er, havi eg upplivað ein sálarligan ágang, bæði innanífrá og uttanífrá, og einastu ráðini hava verið at yrkt meg burtur úr honum.

Nakrar yrkingar eru týddar úr skandinaviskum málum, men  passa eftir mínum tykki inn í hetta savn, tí tær lýsa á ein hátt, hvat ið mær dámar at lesa, og hvat tað er, sum gevur mær íblástur til at skriva. Tær skandinavisku yrkingarnar eru viðmerktar sum umsettar.

“Duld eru døpul mein,” sigur orðatakið. Men vónandi eru hesar yrkingar, sum nú eru komnar í innbundna útgávu, ikki alt ov mystiskar fyri teg, sum lesur.

 
Væl gagnist!
 
Christian Fróði 
Nøgd
Prísur
229,49 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Christian Fróði Djurhuus

Christian Fróði Djurhuus er føddur í Havn í 05.07.75.

Hevur í mong ár stríðst við eina sálarsjúku nevnd skisofreni. At skriva hevur verið honum eitt sera frígerandi amboð til at hjálpa sær at málbera tað, sum hann ikki hevur megnað at málborið á munnligan hátt. Hóast ágangin í dýpdum hjartans innanífrá og uttanífrá, valdi hann at seta orð á tað, ið hann fekk at uppliva á drúgvu leiðini.

Høvundin hevur givið út fimm bøkur, harav tær tríggjar seinastu hjá Sprotanum. Søvnini bera brá av persónligum samtalum og støðum í einari truplari tíð og við einari endurbúgvingartilgongd til tað betra. Sannleikin, vakurleikin, persónliga sambandið við hin Alvalda og æviga ljósið.

Aðrar bøkur Christian Fróði Djurhuus

Við tokka og tykki
229,49 SEK
Bláni á Reyðafelstindi
229,49 SEK

Aðrar bøkur Yrkingar

Á marknaðinum í vár
Vit skulu upp og avstað
307,02 SEK
Á marknaðinum í vár
Allir luktir ørkymla mín staðarsans
307,02 SEK
Tann ákærdi boðberjin
307,02 SEK
Dreymaólag
229,49 SEK
ást
229,49 SEK
Martin Joensen
617,15 SEK