Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Sólrún Michelsen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-196-5
Útgávudagfesting: 12. mai 2016
Síður: 60

Ein farri av fráferð

Sólrún Michelsen

einsemið
í lítlum kliva
er lemjandi
far heldur útum
har tú
um ikki annað
kanst bløða burtur
tá skorpan verður rykt av sárunum
hvørja ferð onkur nemur við ein annan

---

Les eisini greinina Ein farri av framtíð

Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Deyðin við líggjanum kom her til jarðar

Medvitið um at lívið er stokkut setur dám á yrkingasavnið hjá Sólrún Michelsen
 
Tað er ivaleyst at taka dýran til at endurgeva eina reglu úr Jarðarferðini eftir Pól F. sum eyðkenni fyri yrkingasavnið Ein farri av av fráferð, men sum tittulin sigur, er deyðsmedvitið ikki langt burturi. Inngangsorðini til savnið er fyrsta ørindi úr einari gitnari yrking eftir Dylan Thomas:
 
Do not go gentle into that good night,
Old age should burn and rave at close of day;
Rage, rage against the dying of the light.
 
Yrkingin er skrivað til tann doyggjandi pápan og er eitt øðisróp  ímóti deyðanum. Sólrún Michelsen skríggjar ikki ímóti tómleikanum fyri framman, men hon hevur kortini hug til  stillisliga at mótmæla.


Fyrsta yrkingin fortelur, hvussu fólk hvørva, bara tú hyggur burtur eina løtu, og “at armarnir møðast / at hála flaggið / í hálva stong”, men egið dugir ikki at síggja seg sjálvt í hesum leiki. Um somu tíð hevur egið lyndi til at fara aftur í minnini um bæði mammuna, pápan og barnaárini. Eitt tekin um, at tankarnir um tað farna fylla meira enn vónin til tað komandi. Tað er í stóran mun á hesum vegamóti, at yrkingarnar hjá Sólrún Michelsen ferðast. Ein yrking er ein beinleiðis tilsiping til Tårnet ved verdens ende eftir William Heinesen, har tann gamli Amaldus situr og minnist aftur á barna- og ungdómsár:
 
loksins
sigursæl
í torninum
á borg míni
 
har niðri
liggur barnalandið enn
við øskudungum
bukkum
fyrikløðum
framtíð
og fullkomnum frælsi
 
Tað er eitt innbygt speisemi í yrkingini, sum á annan bógvin takkar fyri at enda at sita í ellistorninum og á hin bógvin lýsir barnalandið sum eina tíð við fullkomnum frælsi. Samanumtikið ein sorgblíð avmynding av tí farna, sum eisini eyðkennir fleiri aðrar yrkingar í savninum.

Millumtekstasamband kemur javnan fyri í savninum, meiri og minni týðiligt. Týðiligt í sambandi við skaldsøguna hjá Williami Heinesen, hómast bara, í yrkingini Einsemið, har tað verður heitt á egið um at fara út úr klivanum og út, “har tú / um ikki annað / kanst bløða burtur”. Temað er stak vanligt í yrkingunum hjá Regini Dahl, har tað javnan verður borið fram, at tú hevur ilt við bæði at vera luttakari í og eygleiðari av lívinum. Kanska er tað yvirtulking fyri mín part at síggja millumtekstasamband her, men hendan tankan fekk eg so, tá ið eg las Einsemið. Í øðrum førum aftur er tilsipingin til aðrar høvundar fullkomiliga greið, sum í hesum reglum, sum enda eina yrking, ið sigur frá, hvussu tilveran tódnar: “klokkurnar ringja / altíð / fyri onkrum”. Her býr uttan iva enska barokkskaldið John Donne undir, sum í sínum Mediatation XVII hevur gitnu orðini: “Therefore never send to know for whom the bells tolls; it tolls for thee." Enn gitnari á okkara døgum er uttan iva skaldsøgan For Whom the Bell tolls (1941) eftir Ernest Hemingway, sum lænti tittulin frá John Donne. Enn ein tilsiping er til Hitt blinda liðið hjá Christiani Matras:
 
og hygg
har koma tey skinklandi
eystaneftir og vestaneftir
norðaneftir og sunnaneftir
koma tey
hesar ævinleikans royndarkaninir
 
Hesar fyrstu reglurnar siga í mangar mátar tað sama sum yrkingin hjá Christiani Matras, men Sólrún Michelsen er onkursvegna meiri bersøgin og svartskygd enn viðoyingurin, har hon lýsir tær zombiekendu verurnar sum "royndarkaninir". Menniskjan er partur av eini óskiljandiroynd, og áðrenn hon veit av, er lívið liðið. Ikki akkurát troystarrík orð.

Gráir litir koma javnan fyri í yrkingunum, eins og seinna helvt av lívinum ikki er líka litrík og við líka nógvum brigdum sum tey ungu árini. Alt broytist, alt livandi forferst: "lívið er einfalt / vit koma / vit fara", men kanska finst ein uggin í, at: “oyggjarnar / aftan fyri okkum /eru júst tær somu /í dag”.
Skjótt tykista kortini at ganga við lívinum: “í gjár var summar / nú er heyst”, og hesin lesarin fer at hugsa um skaldsøguna Leikur tín er sum hin ljósi dagur eftir Jens Paula Heinesen, har abbin sigur við børnini: “Ja, ja, eina ferð var eg líka lítil sum tit, og tað er so stutt síðani. Harragud, sum lívið er stutt kortini, sum lívið er stutt, sum tað er stutt síðani, eg gekk og spældi niðri á sandinum líkasum tit, og hava tit heilsuna, staklani, hvat Gud gevi, at tit fáa, so verður ikki leingi, at tit fara at liggja sum abbi tykkara”.

Tað eru fitt av góðum yrkingum í Ein farri av fráferð, men tað er ikki altíð, at súpanin er nóg sterk. Viðhvørt er soðið í tynra lagi, og lesarin heldur, at kanska áttu nakrir tekstir at verið sáldaðir frá. Samanbert tú hette yrkingasavnið við skaldsøguna "Hinumegin er mars", so hevur skaldsøgan avgjørt munin. Hinvegin rakar Sólrún Michelsen ómetaliga væl kensluna, sum mong - kanska tey flestu - hava, tá ið bróðurparturin av lívinum er farin aftur um bak, og einki er við at gera. Savnið av yrkingum er alt sum tað er eitt memento mori, og nettupp tí tú skalt doyggja, skalt tú minnast til at liva, ímeðan tíð er. Seinasti teksturin er ein kvøldarsálmur í trimum ørindum, har egið gevur seg upp í Harrans hendur: “uttan fyri náttarmyrkt / signi gud mær blundin”. Tað er ikki tí, at “Ein farri av fráferð” til tað er merkt av gudstrúgv, men fylgja vit meginregluni um útihýsing, verður niðurstøðan, at tá ið einki annað er at halda um, er trúgvin á Gud tað, sum eftir er.
 
Sólrún Michelsen: Ein farri av fráferð. Yrkingar. Kápa (vøkur): Sára Mikkelsen. Sprotin 2016. 58 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundin Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen er fødd í 1948 og uppvaksin á Argjum. Hevur arbeitt sum stjóri í handilsfyritøku í mong ár.
 
Hon byrjaði við at skriva barnabøkur. Fyrsta bókin kom út í 1994. Síðan tá eru útkomnar fimm barna- og ungdómsbøkur, harav tvær fantasybøkur. 
 
Av bókum til vaksin kom Tema við slankum út í 2007, Í opnu hurðini yrkingasavn í  2009, Rottan stuttsøgusavn í 2011. Harumframt hevur hon skrivað tekst til ólavsøkukantatur og stuttsøgur til tíðarrit sum Birting, Vencil og Mína jólabók. 
 
Sólrún hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2002. 
 
Hon fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Tema við slankum 2008.

Aðrar bøkur Sólrún Michelsen

Sára Malena
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Nornan spinnur
398,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Ein annar er gull
348,00
Ein táttur er silvur
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Morgunfrúa
198,00

Aðrar bøkur Yrkingar

Á marknaðinum í vár
Vit skulu upp og avstað
198,00
Á marknaðinum í vár
Allir luktir ørkymla mín staðarsans
198,00
Tann ákærdi boðberjin
198,00
Dreymaólag
148,00
ást
148,00
Martin Joensen
398,00