Vøruslag: E-bók
Høvundur/ar: Kjell Westö
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Elin Henriksen
Kápusnið: Stian Hole
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-211-5
Útgávudagfesting: 1. juli 2016

Hvørvisjón 38

Kjell Westö

Býurin er Helsingfors, og árið er 1938, tá ið lagnan hjá tveimum ymiskum menniskjum verður alt meiri samantvinnað. Sakførarin Claes Thune er úr svenskmæltu yvirstættini, og tann gátuføra skrivstovukvinnan Matilda Wiik hevur verið fyri so nógvum, sum hon ikki ætlar, at onnur skulu vita nakað um.

Træðrirnir ganga aftur til finska borgarakríggið millum tey hvítu og tey reyðu í 1918. Ræðuleikarnir frá teirri tíðini seta framvegis sín dám á býin og menniskjuni, hóast tey royna at leggja teir aftur um seg. 

Ein dagin hoyrir frú Wiik eina rødd úr fortíðini. Somu rødd, sum elvdi til, at hon framvegis er nívd av angist. Og tað fær lagnutungar avleiðingar, bæði fyri hana sjálva og onnur. 

HVØRVISJÓN 38 er ein nøtrandi spenningssøga, og hon er samstundis ein søgulig skaldsøga, sum niður í smálutir lýsir gerandisdagin og viðurskiftini við heimssøguligum hendingum sum baktjald. Og tað stendur til lesaran at draga træðrir úr 1938 fram til nútíðina.

---

Les eisini grein um bókina

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 129,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
E-bókin (EPUB-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
E-bókin er ein EPUB-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Appir at lesa e-bøkur við eru td. iBooks, VoiceDream og Calibre.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Kjell Westö

Hvørvisjón 38
248,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.08.2020
Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00
Stormfuglar
198,00