Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Andras Sólstein
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-223-8
Útgávudagfesting: 1. desember 2016
Síður: 158
skemt hugleiðingar

Heimurin hjá Andy

Andras Sólstein
Øll konufólkini rikin á dyr, matrikkulin lýstur 100% østrogenfríur, ølirnar knappaðar upp, og volumu­knappurin í ein beinan eystan.

---

Eg hevði fingið frí hetta vikuskiftið. Deiligt! Segði við hana, at um eg ikki slapp ein harratúr við Olla og Hera, so endaði eg sum grein í næstu útgávu av Kvinnu undir yvirskriftini: Andy, new-age maðurin við teimum innaru bleytu virðunum, sum ansar børnum, leggur klæðir saman og vaskar upp. Og tað fór at vera stór vanærilig skomm. Menn mugu fáa luft, skjóta harur, fara á fjall og í býin.

Komnir inn um Fornagarðar, sungu vit „The Boys are back in Town“ og bóltaðu inn í eitt dansistað. Fyrsta konufólkið, eg rendi meg í, var ein, eg havi ikki sæð, síðani eg lá inni á kamarinum hjá mær á Club-8 skipsbriksini við brúnari skúm­madrassu og spældi „Her Love“ hjá Hjarn­ar umaftur og umaftur á kasettuband­upp­­­takaranum, meðan eg droymdi um hana. Tá spældi hon ­floytu. Kanska var tað tí, eg fall fyri henni, hóast hon ikki var nakar sup­er floytinist­ur. Hon var eingin Ian Anderson, spældi bara Gubben Noa og okkurt sovorðið, men tað var ríkiligt fyri meg, tá.

Eg spurdi, um vit skuldu dansa, hon segði ja. Orkestrið legði út við einari gittar­intro, og eg fór í holt við mína egnu Fender Stratocaster luftgitt­ar, hon rýmdi beinanvegin, mutlaði okkurt um, at eg var líka óbúgvin og barnsligur sum, tá vit kendust fyrr…

---

Hoyr Andras í Góðan Morgun Føroyar 16/11/2016

Hoyr Andras í R7 18/12/2016

Prísur
GBP22.84
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Rock'n'roll slær alt

Fyri mín part hevur tað leingi verið saknur í føroyskum skemtisøgum av tí gamla slagnum. Kanska var tað, tí at tær vóru gjørdar at lesa upp á ungmannafelagsfundum og líknandi umhvørvum, at tær hvurvu saman við hesum. Søgurnar vóru stak munnligar, og M.A. Winther - hann við Ein skúladagur í K. og Orrustan í Klandurskoti - segði sínar søgur fyri Peturi Alberg, sum skrivaði tær niður so hvørt. Seinni trein bygdarmaðurin hjá M.A. Winther, Mourits Mohr, inn á pallin við søgunum um Læars og Anni-Lenu, ið vóru prentaðar í Følv árini 1943-55. Heðin Brú - enn ein av Sandoynni - og Martin Joensen hava eisini skrivað skemtisøgur innan somu siðvenju. Somuleiðis Jens Pauli Heinesen við sínum Rekamanni, ið kortini er eitt sindur øðrvísi.

Annars hevur tað verið langt ímillum, at nakar hevur roynt seg innan hesa hevd. Tað løgna er, at hevdin er til enn, at tað munnu vera fá fólk, sum dáma so væl at hoyra eina væl sagda søgu sum føroyingar. Men í mong ár er lítið og lætt komið á prent av hesum søguslagi.

Tað hevur klaksvíkingurin Andras Sólstein sett sær fyri at broyta við savninum Heimurin hjá Andy við undirtitlinum, bara nevndur á permuni: Nostalgisk minnisbrot og hugleiðingar. Søgurnar taka aftur um sjálvironiska endan frá Læarsi og Anni-Lenu, men eru um somu tíð fullkomiliga modernaðar og í tráð við nútímans stand-up.

Høvuðspersónurin Andy er í fjørutunum og tí mitt ímillum ungdómsárini og ta hóttandi ellina. Hann hevur ikki gloymt, hvussu tað var at spæla í orkestri, fara í býin eftir konufólki og at drekka seg skít saman við vinmonnunum. Tann tíðin var á tremur av lívi og dregur enn, men Andy er giftur við "henni sjálvari", og tað eru tvey børn í húsinum. Umstøðurnar eru sostatt ikki, sum tær einaferð vóru, men Andy roynir at seta á tjóðrið. Úr hesum standast nógvar skemtiligar hendingar.

Tá ið konan er farin í kvinnuball, sum hann konsekvent kallar gelluball, og han gleðir seg til whisky, sigar og eina krimi, men lítli kemur upp á tvørs. Ella tá ið hann og vinmenninir hittast í Whiskysamkomuni Norðmalt, har bara menniskir við y-kromosomum kunna gerast limir. Ella tá ið hann aftur ætlar sær at vera saman við vinmonnunum, men konan ger vart við, at tað er teirra brudleypsdagur. Í staðin noyðist hann saman við henni til Havnar at ganga í handlar, og hann er um at keða seg út av nálini. Tilveran fyrr og nú verður samanfata í orðunum: "Vit, sum fyrr nýttu frítíðina at lurta eftir og spæla rock, men sum í dag fáa tíðina at ganga við at sláa grasplenu, leggja flísar og standa einsamallir á trappuni og roykja".

Eg havi lisið tær nítjan søgurnar um Andy at kalla út í eitt, og tað er ikki víst, at tað skal viðmælast. Frægari er helst at njóta tær eina og eina, ella um tú ikki fært hildið tær, einar tvær ella tríggjar í senn. Í passaligum nøgdum líkasum við við góðum whisky.

Søgurnar eru stuttligar og somuleiðis javnan sorgblíðar, sjálvt hjá einum, sum er gott tíggju ár eldri enn høvundurin. Eg haldi, at onkursvegna fara at kalla allir menn at kenna seg aftur í hesum søgum. Á tí innara sjónvarpsskíggjanum fara teir at síggja yngri ár við balling og trolan eftir konufólki. Fara kanska at kenna sum í teimum fyrstu reglunum í stuttsøguni Duruta eftir Hans A. Djurhuus: "Tað er undarligt at ganga á grasgrónum gøtum fram við gomul burturgloymd hús. Sjáldsamar kenslur takast í sálini; tú gerst veikur um hjartað og fært hug at gráta". Akkurát tey seinastu orðini eru ivaleyst at gera ov nógv av, men restin haldi eg passar bara heilt væl.

Andras Sólstein dugir væl at gera bæði skemtiligar, beinraknar og hugfangandi smásøgur. Lesarin kann so saman við frásøgumanninum ugga seg við, at "rock'n'roll slær alt" og fáa sær ein single malt upp í nevið. Tað blívur mann so ongantíð ov gamal til.

Andras Sólstein: Heimurin hjá Andy. Sprotin gav út. 153 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970
Heimurin hjá Andy

Munurin kann næstan ikki vera størri. Munurin á teimum longu og drúgvu bygdarsøgunum, sum royna at fáa alt við og so tí meira ella minni esoteriska heiminum hjá Andy. Andy, hann er minimalistiskur í sínum teksti, nemur, men nertur kortini mestsum ikki altíð við, kelar bara eitt sindur her og dér. Tað sum hann skrivar kann við hvørt kennast viðkomandi hjá teimum flestu, og í øðrum løtum rættiliga fjart hjá øðrum og tí uppaftur meira samvitandi millum hann og hansara pappenheimarum , ið hava havt lut í heimi hansara, og gingið lívsteinar saman við honum.

Tað at skriva vil altíð bera dám av fiktión, tað verður ongantíð veruleikin, tí hann er altíð farin, tá tú fert at skriva. Tað, sum er eftir er tað sum onkursvegna hevur otað seg inn í teg og fylt eitt sindur á teg og verður tí í roynd og veru fiktivt, sjálvt um tað er upplivað.

Andy grevur ikki altíð so djúpt, men lat teg ikki lumpa, har liggur so nógv aftanfyri hansara smáu vignettir ella í blunkum hansara, sum rulla fram í eini ikki sørt spennandi – eisini málsligari tíðarkvæmari prosa. Høvundurin er sjálvur miðdepilin. Nakrir kanuttar rulla kortini sum niðagrísar rundan um hann, har hann ferðast. Ein kona er har eisini onkustaðni. Hon tykist ikki at vera fyri nothing og hennara myndugleiki og skil er at hóma so mikið frægt, at Andy javnan noyðist at spenna bringuna fram úr sær, fyri ikki at lata seg køva í tí, sum hann av og á sjálvur vil, bæði av einum og øðrum fyri at hava sín egna samleika.

Hjá summum eru tað kvæðini, hjá øðrum er tað Bíblian, ið er tað baktjald. ið trokar seg fram og setur ymisk viðurskifti í perspektiv bæði aftureftir og frameftir. Hjá Andi er tað tónleikurin serliga rock´n roll og kendir songtekstir, sum hevur etið seg inn í sál hansara frá hansara ungu staputu døgum, og sum heldur áfram at spríkja fram, tá hann eitt sindur meira alturskotin í síni pub-crawling av og á fer skinklandi fram í egnum tíðarlummum og inn á leikpallar, har hann við hvørt kennir seg eitt sindur out of place. Sjálvt um mangt áhaldandi verður ballað inn í eitt rock`n roll dis – og kanska pollamjørka við, so er alt ikki longur, sum tað einaferð var uttan um hann – hóast tað enn letur innan í honum.

Tað sansandi er har hjá Andy, og tað trokar seg fram, eitt nú rákanum av onkrum góðum whisky ella whiskey – antin talan er um skotskt ella írskt - sum hann letur drýpa á tunguna, úr einum tulipanglasi, tá væl veit við. Hvør veit. Har er roykt lagavullin í góðum løtum, ræst kjøt, onkur hamburgari og so kærkeilsdesertin tiramisu, fyri ikki at tosa um eina svalandi bjór og eina perlandi sodavatn, sum kunnu reka teir ringastu náttstadnu timburmenninar burtur eftir odysséunumum í náttúrulívinum í Havn og ikki minst í tí eksotiska vertshúsaumhvørvinum í Klaksvík, sum veruliga fær volumen í hansara hugleiðingum.

Sjálvt um hann er giftur við henni sjálvari, so sær hann enn fagurleikan hjá hinum kyninum, ið prika til hansara sansandi tilviti bæði upp á gott og minni gott. Samstundis, sum hann tíðum roynir at berjast fyri at geva sínum meira mannligur síðum rúm í tilveruni, so hómast ein virðing fyri tí kvinnuliga. Men hann vil eisini sjálvur sleppa at vera har. Eitt nú tá hann keypir dýra útgerð fyri at kunna fara á haruveiði og fær skotið sína fyrstu haru í høvdið. Tá hann tá kemur aftur av vígvøllinum, tá er er tað ikki te og ein breyðflís við osti hann vil hava, men eina rákaríka og roykangandi lagavulln, hann vil hava fyri nasarnar, og setur seg í tann góða stólin at leppa, og minnist aftur á ta fyrstu haruna hann hevur skotið.

Ella ta ferðina, hann fór um hav við Nadoddi. Komin til lands fóru teir á pøbb á vesturlandinum. Vóru teir í tungum sjógvi á veg til Noregs við við hesum stóra róðrarbátinum, so var sjógvurin ikki minni tungur, tá teir um náttartíð leitaðu sær umborð aftur á Naddodd. Andy var so himmalfegin, tá tað eydnaðist honum at sjakra sær tað einastu bjórina, sum var umborð, frá einum presti. Tað gjørdi, at friður kom á timburmenninir eitt lítið bil, so hann sovnaði, men presturin, hann sat har við turran munn fyri ongum morgunin eftir.

Byrjaði at lesa tá eg legði meg og las bókina á tamb. Andy gjørdi ikki mætari enn fløkti seg upp í onkran dreym, har hann saman við onkrum í Føroynigasøguni fór at svíða seyðarhøvd og reypa um, hvussu gott tað var at fáa sær ein lagavullen niður undir tey svindnu seyðarhøvdini – og aftaná var tað ikki verri heldur.

Havi verið hjá bakaranum og keypt morgunbreyð og gjørt røregg saman við abbadóttrini henda sunnumorgun í adventini, og kann ikki annað enn ásanna annað enn, at við hvørt er tað gott at lesa okkurt, har rithøvundurin ikki vil so nógv, dugir sær hógv og byrjar í smáum, sáar sítt fræ, sum kanska kemur at grógva og verða til okkurt størri einaferð.

Gott er við hvørt ikki at vilja alt frá byrjan, men eitt sindur í senn. Meira kann koma seinni.

---

Andras Sólstein: Heimurin hjá Andy. Nostalgisk minnisbrot og hugleiðingar.
Sprotin 2016.

 

Les meira
Les minni
Jóan Pauli Joensen | 01-01-1970

Um høvundin Andras Sólstein

Andras Sólstein er føddur í Klaksvík í 1962. 

Útbúgvin elektrikari og B.A í søgu og siðsøgu og arbeiðir sum savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni.

Hann hevur verið og er virkin í ment­an­arlívinum í Klaksvík, virkin tónleikari, fyrilestrahaldari og rithøvundur. Hevur skrivað søguligar greinir í bløðum og ymsum útgávum. 

Heimurin hjá Andy er fyrsta søgusavn hansara.

Aðrar bøkur Andras Sólstein

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
GBP45.91
Veðursjúka
GBP27.46
Sanna Dahl
GBP45.91
Góðkrút
GBP51.68
Hugleiðingar av marbakkanum
GBP40.15
Reyn, kæra Reyn
GBP51.68