Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Joseph Conrad
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Poland
Týðari: Tórður Jóansson
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-206-1
Útgávudagfesting: 2. februar 2017
Síður: 138
Útgávuár: 2017

Hjarta myrkursins

Joseph Conrad

Hjarta myrkursins er ein illkøld og skak­andi frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í ­Kongo tað tíðarskeiðið, tá ið hjálanda­veldi koma í hæddina í 19. øld. 

Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskapar­liga, samfelagsliga og politiska eyðræningin í ­Afrika hevur við sær. 

Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi framferðina, sum hetta elvdi til.

Frásøgumaðurin Marlow ger ferð niðan ígjøgn­­­um Kongoá fyri eitt belgiskt handilsfel­ag. Djúpt inni í landinum hittir hann tann gátu­­føra Kurtz, sum er fílabeins­handlari og onkurs­vegna hevur fingið støðu sum gudur ímillum íbúgvarnar har á leiðum. Kurtz er á sín hátt hugtakandi, men vekur samstundis djúp­astu and­stygd.

Har stendur Marlow andlit til andlits við allan tann rotinskap og alt tað ráðaloysi, sum býr í hjartanum á hesum menniskjum.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
NOK 314,84
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Joseph Conrad

Mong halda pólska høvundin Joseph Conrad (1854 – 1924)  vera ein av teimum allarstørstu enskmæltu høvundunum, hóast hann ikki lærdi seg enskt fyrr enn hann var í 20-árunum og var farin um tey tríati, tá ið hann gjørdist bretskur ríkisborgari.

Í 30 ár sum høvundur skrivaði Conrad 19 skaldsøgur og ein hóp av stuttsøgum og ritroyndum. Hann verður hildin at vera ein av teimum, ið slóðaði fyri nýtíðarligu bókment­un­um, tað av verkum hansara, sum gjørdist tað kendasta, var Hjarta myrkursins frá 1902.

Aðrar bøkur Joseph Conrad

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35