Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kjell Askildsen
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-224-5
Útgávudagfesting: 20. mars 2017
Síður: 288

Tær bestu

Kjell Askildsen
Kjell Askildsen gongur undir heitinum høvundanna høvundur í Noregi. Tað hevur sínar grundir.

Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk. Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar ikki við orðum. Hvør einstakur setningur lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki søguna frammanundan, men letur ein setning taka annan setning við sær, og soleiðis sprettur søgan.

Heldur eingir kjarnar eru, einki er endaligt, ongar loysnir eru, og tað ger, at tú altíð kundi hugsað tær, at søgan var longri. Tú kundi hugsað tær at fingið høvundsins vísu frágreiðing hví, tí er nakað betri enn at sleppa at kenna persónarnar í einari bók betur, skilja teir og fáa teir at vísa, hví teir gera, sum teir gera? 

Men her tvørra ofta menniskjalig sambond og nærvera, summi eru stødd uttan fyri felagsskapin, summi eru fremmand fyri sínum næstu.

Kjell Askildsen gevur kortini einki endaligt svar. Lesarin má sjálvur skilja og tulka søgurnar.

Nøgd
Prísur
USD 35.83
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Kjell Askildsen

Kjell Askildsen (f. 1929) telist millum mætastu stuttsøguhøvundar í norskum bókmentum. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg við stuttsøgusavninum Heretter følger jeg deg helt hjem í 1953. Bókmentadómarar góvu bókini stak góða móttøku, men nógvir lesarar hildu innihaldið vera ósiðiligt. 

Ikki fyrr enn í 80-árunum rakk Askild­sen út til eina størri lesarafjøld – við stutt­søgu­søvn­un­um Thomas F’s siste nedtegn­elser til almenheten og En plutselig frigjørende tanke. Á sumri í 2006 útnevndi Dagbladet í Oslo Thomas F’s siste nedtegn­elser til almenheten til bestu norsku bók, ið komin var út seinastu 25 árini.

Askildsen hevur fingið fleiri virðismiklar viður­kenningar og heiðurslønir, eitt nú norska Kritikerprisen (tvær ferðir), Svenska Akademiens Nordiska pris, Aschehougpris­en, Doublougprisen og Brag­es heders­pris. 

Bøkur hansara eru týdd­ar til fleiri enn 20 tungumál.

Aðrar bøkur Kjell Askildsen

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Upp eftir enda
USD 43.06
Tíðarhylkið
USD 43.06
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
USD 21.39
Millum vinir
USD 28.61
Virus
USD 28.61
Í løtuni
USD 28.61