Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Steintór Rasmussen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jan Nystrøm
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-239-9
Útgávudagfesting: 2. juni 2017
Síður: 306

Hevndin úr havsins dýpi

Steintór Rasmussen
Forvitin kvinna bindur sjáldan frið!

Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti.

Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein út­róðr­arbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýst­um sjómanni á línuna. 

Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.

Men á náttartíð fær øll bygdin ein skelk, tá ið eini frítíðarhús standa í ljósum loga, og skúlalærarin verður funnin hongdur í hjallinum.  Politiið kemur á staðið, og fregnast verður um tilburð­in. Eingin skilir, hvat ið er hent. Bindiklubburin er aftur í brenni­deplinum. Úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur.

Hvar er Bjørg? Hon er horvin sum døgg fyri sól.

---

Hetta er onnur bókin í røðini Deyðin fer í bindiklubb

 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
USD 40.17
Klubbaprísur
USD 32.14
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Steintór Rasmussen

Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Frá ungum árum hevur hann yrkt og skrivað tónleik og við íverksetarahugi sínum sett sjónligan dám á samfelagið. Steintór er ein av Føroya mest fjøltáttaðu listamonnum og hevur sum tóna­smiður, sangskriv­ari, rithøvundur og fyriskipari laðað fleiri ment­an­ar­varðar á leiðini. Hann er ein av upphavsmonunum til tónleikabólk­in Frænd­ur og hevur eisini í egnum navni, og til onnur at framføra, givið út ein hóp av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum.

Umframt stóra skattin av barnasangum hevur Steintór skrivað krimigátur og søgur til børn og ung. Í 2016 gav hann út sína fyrstu krimiskaldsøgu, Deyðin fer í bindiklubb.

Hevndin úr havsins dýpi er onnur bókin í røðini.

Aðrar bøkur Steintór Rasmussen

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Deyðin fer í bindiklubb
USD 40.17

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
USD 35.83
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
USD 43.06
Staklutirnir
USD 43.06
Kærleikin
USD 43.06
Sára Malena
USD 50.28
Hjarta mansins
USD 50.28