Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kinna Poulsen
Bólkur/ar: Átrúnaður og list
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tóroddur Pouslen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-246-7
Permuslag: Heilbind
Síður: 324
Útgávuár: 2017
Pappírsbók

Úr myrkrinum (pappírsbók)

Kinna Poulsen
"Úr myrkrinum" eitur nýggj bók um listamannin Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð.

Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og henda bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk  hava verið fagnað.

Síðan Tóroddur í 1984 gav út yrkingasavnið Botnfall, eru næstan fjøruti útgávur komnar frá honum umframt prent á Steinprenti og annað mangt.

Í 2013 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins, og tað var beint eftir sjálva virðislønarhandanina, júst tá ið spenta tøgnin í Spaniastovu í Klaksvík varð avbrotin av onkrum fjálturstungnum láturherðindum, at hugskotið um at skriva hesa bókina stakk seg upp.

Tóroddur hevði í einari serligari og nógv umrøddari Degi & viku ein mánað framman undan handanini ógvuliga avgjørt mælt mentamálaráðharranum frá at vitja sína framsýning. Nú stóðu teir báðir í Spaniastovu. Annar skuldi handa hesa almennu virðislønina, hin taka ímóti henni.

Atburðurin hjá almenninginum aftan á hátíðarhaldið í Klaksvík sannførdi Kinnu enn meira um, at her var okkurt, sum trongdi til viðgerð og framløgu.

Av tí at Tóroddur sum avantgardulistamaður alla sína listarligu yrkisleið hevur verið í andstøðu til tað etableraða samfelagið, eru hesar provokatiónir nógvar og eftir øllum at døma so mikið eyðsýndar, at tær tykjast neyðugar at taka fram, sjálvt í einari annars hjartaligari og fagnandi heiðursrøðu sum henni, Turið Sigurðardóttir, professari, helt fyri virðislønarmóttakaranum í Spaniastovu. Hon segði m.a.: “Men tað hendir seg eisini, at satiruni vantar perspektiv og listaligt víðskygni, hon er fastlæst, eins og tann mentan, Tóroddur ofta finst at.”

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Provokatørurin Tóroddur

Kinna Poulsen lýsir í eini vakrari og fjøltáttaðari bók avantgardulistamannin Tórodd Poulsen
 
Kinna Poulsen leggur fyri við at fortelja um tað kvøldið í januar 2013, tá ið Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landsins handaða í Klaksvík av Bjørn Kalsøe mentamálaráðharra. Tí sama manninum, sum listarmaðurin ein mánaða áðrenn hevði hótt við at skræða nossini undan, um hann vísti seg til eina framsýning í Steinprenti. At yrkjarin var endaður í hesari fyri tey flestu eitt sindur tvørligu støðu, er sambært Kinnu í veruleikanum kanska ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at Tóroddur alla sína listarligu yrkisleið hevur verið í andstøðu til tað etableraða samfelagið. Akkurát handanin av landsins tignarligastu og í pengum størstu heiðursløn til ein listamann, sum stutt framman undan hevur provokerað umboðið fyri somu virðisløn, skapar sjálvandi ein serligan stemning. Ein stemning, sum tað ikki skuldi undrað undirritaða, at Tóroddur hevur notið til fulnar. Tá ið eg sum forleggjari á savninum Heimvitisferðin (2012) varliga viðmerkti, um yrkjarin ikki í støðum tók ov dýran til, var svarið frá Tóroddi, at um eg blandaði meg í tekstirnar, so fór tað at blíva nógv verri. Eg bakkaði skundisliga.
 
Virkin listamaður
Tóroddur Poulsen hevur givið út í nánd av 40 bókum, nakrar plátur og er tann, sum hevur gjørt flest steinprent í verkstaðnum í Steinprenti. Aftrat hesum koma oljumálningar, kollasjur, vatnlitamálningar, installatiónir, bókaskulpturar og mangt aftrat. Tað er lítil ivi um, at Tóroddur er ein fjøltáttaður listamaður, sum hevur uppiborið eina bók um síni avrik.

Kinna Poulsen hevur kent listamannin í mong ár og fylgt við í hansara listarligu stremban og ger í bókini eina góða lýsing av listamanninum og hansara listaverkum. Úr myrkrinum er ikki ein vanlig bókmentasøgulig ella listafakling viðgerð av yrkingunum og myndlistini hjá Tóroddi Poulsen. Í staðin er bókin í mangar mátar ein con amore gjøgnumgongd av listaverkunum, og hvat bæði onnur og listamaðurin sjálvur hava sagt um hesi verk. Tað eru eisini javnan tilvísingar til eitt nú yrkjarar sum Charles Baudelaire og Arthur Rimbaud og til myndlistafólk sum Claus Carstensen og Nikolaus Nessler. Ein yrkjara sakni eg kortini í gjøgnumgongdini, og tað er amerikanska Charles Bukowski, hvørs bersagdi skaldskapur fer fram í einum umhvørvi av drykkjuskapi og bardaga, sum heldur ikki er óvanligt í skrivingini hjá Tóroddi.
 
Systematiskt ósystematiskt
Teksturin í Úr myrkrinum er at líkna við eitt langt essay í fjúrtan pørtum, har tann skrivandi ikki fylgir formligum reglum, men skapar sína egnu leið gjøgnum listaheimin hjá Tóroddi Poulsen. Hetta ger skrivingina livandi og fjølbroytta, tí hon nettupp ikki verður tyngd niður av formligari teoretisering. Um somu tíð er tað lesaranum greitt, at kunnleikin til vísindaástøði innan bæði bókmentir og myndlist er til staðar. Á ein hátt kanst tú siga, at bókin er systematiskt ósystematisk, og tað er meint sum rós.

Kinna Poulsen dregur musikalitetin hjá Tóroddi Poulsen fram, og at listin hjá honum í føroyskum høpi er eitt nýbrot. Bæði tann mátin hann arbeiðir við listini innan tað einstaka økið, men eisini tí at hann í einum fittum parti av sínum verkum ger orð og myndir til eina samangreipaða heild. Yrkingar og myndlist spæla saman og viðgera mangan tey somu evnini. Einastaðni skrivar Kinna rámandi, at "Tóroddur Poulsen yrkir sum ein myndlistamaður og málar sum ein yrkjari".

Tað verður víst á, at tøgn og kvirra eru høvuðstemu ígjøgnum allan skaldskapin, og listamaðurin verður endurgivin fyri at siga, at tað er ivin, sum drívir verkið. Tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum allan tekstin hjá Kinnu, at tú skalt vara teg fyri at taka tað sum stendur í eini yrking fyri áljóðandi, tí kanska meinar skaldið um somu tíð bæði hetta og tað øvuta. Prosabókin Reglur verður fleiri ferðir tikin fram sum eitt høvuðsverk, og eitt brot úr ummælinum hjá Steinbjørn B. Jacobsen av bókini verður endurgivið: "Tað sær út sum skemt, men er alvor, tað sær út sum alvor, men er skemt, ella bæði ella okkurt triðja. Tað sær út sum veruleiki, men er yrkt, og tað sær út sum pentað saman, men er veruleiki. Hann veit, at eitt orð ikki bara er eitt orð í einari ávísari merking. Tað kann vera so mangt". Samanfatanin hjá Steinbjørni kundi verið søgd um skrivingina hjá Tóroddi yvirhøvur.
 
Ferðin til heljar
Eitt annað høvuðsverk í skaldskapinum hjá Tóroddi Poulsen er yrkingasavnið Heimvitisferðin (2012), sum gjørdi rumbul og fekk ilt í mong fólk. Kinna vísir á, at tað er sannlíkt at yrkjarin hevur funnið íblástur í Une Saison en Enfer (Ein árstíð í helviti) eftir Arthur Rimbaud, har tað eru upp í rúgvu av apokalyptiskum yvirsjónum. Hjá Tóroddi er myndin av Føroyum ein dystopi, har teir ráðandi vilja hava fleiri sjólætnar, so tað eisini eru nakrir til framtíðina. Maðkarnir í grøvunum á kirkjugarðinum verða mettir at vera ein frálík útflutningsvøra, betri enn kaviar osfr. osfr. Tað verður gjørt so nógv av á tann ræðandi bógvin, at savnið eisini gerst skemtiligt. At savnið ikki fekk nakra góða móttøku, hvørki frá Beatu L. Samuelsen, Bergi Djurhuus Hansen ella Marnu Jacobsen stavaði uttan iva frá, at tað bar til at kenna ymisk fólk aftur í yrkingunum, og at hesi og teirra viðhaldsfólk ikki hildu, at tað var petti stuttligt. Kinna tekur fínt samanum ruðuleikan, ið stóðst av útgávuni og fortelur, at tá ið tær somu yrkingarnar vóru á skránni í Danmarks Radio, blivu tær hevjaðar til skýggja. Har var tað nevniliga eingin, sum kendi nakran aftur.
 
Hálur um at halda
Í tí seinasta partinum roynir Kinna at finna fram til, hvar yrkingarnar hjá Tóroddi hoyra heima í mun til skilmarkingar sum sentrallyrikkur og interaktiónslyrikkur, har tað fyrra slagi hevur eitt yrkjaraeg, ímeðan tað seinni ikke hevur eitt tílíkt fyri neyðini. Niðurstøðan er, at skaldskapurin hjá Tóroddi Poulsen ikki passar inn í nakran av hesum kørmum ella í hvussu er bara viðhvørt. Bæði sum yrkjari og sum listamaður annars er Tóroddur hálur um at halda, og fyri hansara part er tað fullkomiliga medvitið. Hann vil ikki setast í bás hvørki sum yrkjari, listamaður ella menniskja, og um tú roynir at gera tað, tíggjar hann sær sum eitt brótaraross, og tá er ikki at standa fyri. Niðurstøðan hjá Kinnu um listamannin Tórodd kann samanfatast í hesi greiðu orðing á einari av teimum seinastu síðunum í Úr myrkrinum: "...samstundis vita vit, at hesin yrkjarin plagar at ivast meira, enn hann trýr".

Bókin um Tórodd er í stórum broti og á tremur av endurgávum av einahelst steinprentum, men eisini bókapermur verða vístar í stórum tali umframt bíløt av installatiónum, bókaskulpturum og oljumálningum. Í tí seinasta fjórðinginum er tann føroyski teksturin endurgivin á enskum, og tí hevur bókin bæði ein føroyskan og ein enskan tittul. Samanumtikið ein vøkur og vælskrivað bók, sum bæði høvundur og forlag kunnu vera errin av.
 
Kinna Poulsen: Úr myrkrinum/Out of Darkness. Ein bók um Tórodd Poulsen / Tóroddur Poulsen: A contemporary avant-garde artist. Sprotin 2017. 324. bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Aðrar bøkur Kinna Poulsen

LISTAMÁL - Tekstir úr tíggjunum um list og mentan
348,00

Aðrar bøkur Átrúnaður og list

FRITS
298,00
Míni leikapetti
298,00
Gud fyri skotum
248,00
Boðskapurin í trænum (FØ)
398,00
As told in wood (EN)
398,00
Træets budskab (DA)
398,00