Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Vigdis Hjorth
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Kápusnið: Øyvind Torseter
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-247-4
Útgávudagfesting: 17. november 2017
Síður: 350

Arvur og umstøður

Vigdis Hjorth
At eingin tykkara nakrantíð hevur biðið meg sagt mína søgu hevur verið og er mær framvegis ein stór sorg …

Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot.

Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini.

Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summar­húsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna. 

Hví koma tey sær upp í arvamálið?

Undir samrøðuni um arvin kemur ein onnur søga undan kavi, sum fær ógvisligar kenslur at rísna. Bergljót sannar, at dirvi krevst til at siga sína útgávu av søguni hjá familjuni. Men bara við at taka sínar egnu kenslur í álvara og at seta orð á tær ber til at koma víðari.

---

Vigdig Hjorth Interview: I am not a Pretty Postcard á Louisiana Channel:

Nøgd
Vanligur prísur
NOK 394,34
Klubbaprísur
NOK 315,47
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Vigdis Hjorth

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35