Vøruslag: E-bók
Høvundur/ar: Jógvan í Lon Jacobsen
Bólkur/ar: Undirvísingartilfar
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99918-71-52-3
Útgávudagfesting: 13. apríl 2011
Framleiðsla: Sonja R. Kjølbro
Pappírsbók
E-bók

Málmaðurin í útvarpinum 1 (e-bók)

Jógvan í Lon Jacobsen

Bókin byggir á prát um føroyskt mál í Útvarpi Føroya veturin 2008-09. Jógvan í Lon varð biðin um at vera við í morgunsendingini at svara spurningum um føroyskt mál, har ið lurtarar kundu senda spurningar inn til sendinga. 

Umframt tað, ið varð sagt í útvarpinum, hevur høvundurin sett viðmerkingar inn í tekstin. Hetta eru neyvari og perspektiverandi útgreiningar av ymiskum slag. Sumt av hesum er ástøðiliga grundað, annað kann kallast hugleiðingar. Orðið samfelagsmálvísindi kemur nakrar ferðir fyri, tað merkir málvísindini í samfelagsligum ljósi.

Bókin vendir sær til øll máláhugað fólk. Hon er ikki løgd til rættis sum serlig lærubók, men hon tematiserar nakað av tí, sum næmingar á miðnámsskúlum og studentar, sum lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum, kunnu fáa gagn av, tá ið ræður um t.d. samfelagsmálvísindi, málrøkt og málpolitikk.
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 98,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
E-bókin (EPUB-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
E-bókin er ein EPUB-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Appir at lesa e-bøkur við eru td. iBooks, VoiceDream og Calibre.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Jógvan í Lon Jacobsen

Føddur 1957. Útbúgvin Í norrønari málfrøði frá Fróðskaparsetrinum og Københanvs Universitet.

Aðrar bøkur Jógvan í Lon Jacobsen

Málmaðurin í útvarpinum 3
178,00
Útseld
Málvísindi 1
178,00
Málmaðurin í útvarpinum 2
178,00
Málmaðurin í útvarpinum 1
178,00

Aðrar bøkur Undirvísingartilfar

Harry og Elly - mállæra til børn
188,00
Málmaðurin í útvarpinum 3
178,00
Tann góða lesitilgongdin
198,00
Grundskeið í føroyskum
249,00
Filmur
220,00
Orð og orðað
128,00