Vøruslag: Ljóðbók
Høvundur/ar: Steintór Rasmussen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jan Nystrøm
Upplesari: Hans Tórgarð
ISBN: 978-99972-1-261-0
Longd: 8 t. 12 m.
Fílustødd: 473 MB
Framleiðsla: Finnur Hansen Studio
Pappírsbók
Ljóðbók

Deyðin fer í bindiklubb (ljóðbók)

Steintór Rasmussen
Ilt er at skoða vandafulla kvinnu á hárinum!

Tað er ein vanligan mikudag í november, at ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík.

Borðreiðast kann við tíðindum í heimsklassa, tá seks kvinnur hittast til bindiklubba­kvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal loysa óhugnaligu gátuna.

Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrd­ur. Vinkonurnar eru illa við av brotsgerðini. Men teimum kemur ikki til hugs, at tær sjálvar eru orsøk til stóra sálarpínu og eiga sín lut tí ræðuliga, sum nú hendir.

Í Føroyum má lívið ganga sína dagligu gongd. Eisini tá deyð­in aftur er upp á spæl.

--- 

Steintór Rasmussen skrivar, sum er hann ein royndur meist­ari. Brennandi agg og ein raffinerað drápsætlan undir eini dámligari andlitsgrímu er ein partur. Pallsetingin til drápið, sum eingin gáar um, er so væl skipað, at hárini ývna í nakkan­um, so hvørt tú rekir teg inn á kjarnan.

Hjartaliga vælkomin í bindiklubban, har deyðin er boðin við til borðs!

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 278,00
Klubbaprísur
kr. 222,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, ljóðbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Lívið, sum tað er beint her og beint nú

Eg má erligt viðganga, at eg sjáldan lesi krimi-søgur. Og eg má eisini viðganga, at við stóra bunkanum av bókum, sum bíðar á mínum "to read"-lista, so er tað sera sjáldan, at eg lesi eina bók meira enn bara eina ferð. Men hesa havi eg ikki lisið færri enn tríggjar ferðir.

Fyrstu ferð, eg las hana, varð eg rættiliga imponerað yvir kompleksitetin í sjálvari søgugongdini. Har eru so nógvir træðrir, sum onkursvegna allar vilja fara í hvør sína ætt. Men sum tann góði og fevnandi søguskaparin, so megnar Steintór á ein undranarverdan hátt at savnar allir træðrirnir saman til eina stóra flættu, sum ber søguna væl og virðiliga á mál.

Sami kompleksitetur sæst eisini aftur í persónslýsingunum; ikki minst av bindiklubbakonunum, sum eg næstan kendi sum mínar egnu vinkonur. Tær eru mest sum javngamlar við meg - og í smáum brotpettum kendi eg meg sjálva aftur í flestu av teimum. Hetta samspælið millum tað ónda og tað góða - tað ljóta og tað vakra. Tað liggur jú undir húðini á øllum menniskjum. Eisini tær og mær. Og eg elski, at hesar bindiklubbakonurnar allar innihalda eitt sindur av hvørjum. Eg elski eisini, at Steintór skrivar um Royal Copenhagen, kjarnubollar og so nógv annað, sum onkursvegna er umboðandi okkara tíð. Hetta er okkara gerandisdagur, hann skrivar um. Lívið, sum tað er beint her og beint nú.

Og líka mikið, hvussu leingi eg so leiti á mínum "to read"-lista, so er tað óluksaliga langt millum snapsirnar, sum smakka av tíðini beint nú. Hetta er alt (og tó!) íspunnið, men tað er samstundis eisini søgan um okkum. Um rennitúrarnar og slaturin. Um kærleikan og haturin. Um alt tað, sum vit ikki siga og um sálarligan yvirgang av so ymsum slagi, men tó altíð við við sama úrslitinum.

Hetta er ein søga um sundursmildrað menniskju, men eisini ein søga um vakurleikan millum okkum øll. Sum vakurleikan millum teg og meg. 

Nú havi eg lisið bókina fyri triðju ferð og kann endiliga sleppa vinkonunum í bindiklubbanum. Helst ikki so býtt, tí so kann eg fara víðari á listanum yvir allar tær bøkurnar á hasum listanum, sum enn liggur og bíðar eftir mær. Men eitt er vist. Eg vóni, at søgan um bindiklubban heldur áfram onkra aðra staðni. Tí eitt punktum er bara eitt punktum, til næsti setningurin byrjar aftur.

Les meira
Les minni
Ragnhild Ellingsgaard | 01-01-1970

Um høvundin Steintór Rasmussen

Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Frá ungum árum hevur hann yrkt og skrivað tónleik og við íverksetarahugi sínum sett sjónligan dám á samfelagið. Steintór er ein av Føroya mest fjøltáttaðu listamonnum og hevur sum tóna­smiður, sangskriv­ari, rithøvundur og fyriskipari laðað fleiri ment­an­ar­varðar á leiðini. Hann er ein av upphavsmonunum til tónleikabólk­in Frænd­ur og hevur eisini í egnum navni, og til onnur at framføra, givið út ein hóp av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum.

Umframt stóra skattin av barnasangum hevur Steintór skrivað krimigátur og søgur til børn og ung. Í 2016 gav hann út sína fyrstu krimiskaldsøgu, Deyðin fer í bindiklubb.

Hevndin úr havsins dýpi er onnur bókin í røðini.

Aðrar bøkur Steintór Rasmussen

Hevndin úr havsins dýpi
278,00
Deyðin fer í bindiklubb
278,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.11.2019
Stormfuglar
198,00
Á marknaðinum 20.09.2019
Gloymdur
248,00
Barnið
198,00
Gösta Berlings - søga og ævintýr
298,00
DNA
298,00
Høll summarlandsins
248,00