Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: William Heinesen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-256-6
Útgávudagfesting: 16. november 2017
Síður: 244

Kjak undir krígnum

Bergur Rønne Moberg (ritstj.)

Greinirnar í hesum savni hava staðið í "Føroyar í dag", sum var ein teigur í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú ritstjórnaðu og skrivaðu. 

Talan er um eitt heildarkent íkast til kjak um føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga. 

Greinirnar hava tveir gløggir eygleiðarar skrivað, og teirra styrki er, at teir duga at síggja grundleggjandi mynstur í føroyskari mentan og serliga í aktuellu politisku kjakment­anini, sum fær eina yvirháling fyri og aðra eftir. 

Við teimum mongu yvirskipaðu sjónarmiðunum um føroyskan politikk, mentan, fólkalyndi o.a. hevur tilfarið væntandi bæði almennan áhuga og áhuga hjá søgufrøðing­um, bókmentasøgufrøðingum og øðrum fakfólki.

Bergur Rønne Moberg hevur skrivað inngang. Endamálið er at lýsa greinirnar sum eitt intellektuelt og flokspolitiskt óheft íkast mitt í einari grovliga politiserandi samtíð.

Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Bergur Rønne Moberg (ritstj.)

Bergur Rønne Moberg, f. 1965. Ph.D. frá Københavns Universitet, 2004 og í starvi sum postdoc. og eksternur lektari sama stað 2005-2017. Frá 2018 lektari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Hevur givið 8 bøkur út um bókmentir og mentan á føroyskum og donskum síðan 1999 og herumframt 2 yrkingasøvn.

Aðrar bøkur Bergur Rønne Moberg (ritstj.)

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00