Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Carl Jóhan Jensen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-257-3
Útgávudagfesting: 1. desember 2017
Síður: 388

Sær - ein fuglabók av gloymsku

Carl Jóhan Jensen

Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? 
Tað er spurningurin í hesi bók.

Uppvaksin í Brekkugötu í Havn um miðja farnu öld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. 

Avgjörd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Föroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo. 

Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetsku innrásini í Kekkoslovakia,  er kvinnan aftur stödd í Havn í örindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti. 

Havnin liggur blindmyrk í mjörka, og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi, og tað fær avleiðingar fyri framtíðina. 

Sær/ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsöga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av föroyskum samleika.

Nøgd
Prísur
USD 43.06
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Góð skaldsøga í einum sermerktum málbúna

Frásøgufólkið gjøgnum alla skaldsøguna "Sær - ein fuglabók av gloymsku" eftir Carl Jóhan Jensen er ein kvinna, sum er uppvaksin í Brekkugøtu í Rabarbukvarterinum í Havn, farin úr Føroyum seint í hálvtrýssunum og hevur búð eina tíð í Kongo. Í august 1968 er hon aftur í Føroyum, og eina nátt á einum hotellið við Kongabrúnna fer hon ígjøgnum sína søgu. Ikki í tíðarrøð, men í lopum aftur og fram ímillum uppvøkstur í Føroyum, ár í Danmark, Kongo og Belgia.

Náttina millum 20. og 21. august 1968 gjørdi Warzawa­samgongan undir sovjetiskari leiðslu innrás í Kekkoslovakia, og tað er hesa somu nátt, at frásøgukvinnan fer undir ta longu søguna liggjandi nakin á seingini á hotelkamarinum. Eitt hotelkamar er ein millumstøð, hvørki heima ella úti á berajólum, og tað speglar eisini ta óvissu, sum setur dám á ein stóran part av frásøgnini. Tað musikalska undirspælið ígjøgnum alla skaldsøguna er sellosviturnar hjá Johann Sebastian Bach og einahelst tann fimta. Hesin dapri og suggestivi tónleikurin stingur seg fram í allari skaldsøguni, líkamikið hvar í heiminum hendingarnar fara fram.

Lesarin fylgir kvinnuni, har hon fer úr Føroyum til Keypmannahavnar í august 1957, at hon aftan á eina tíð giftist belgiska Sven-Felix, sum hevur mammu av danskari ætt, og fer við honum um Belgia til Katanga landslutin í Kongo. Sven-Felix arbeiðir sum verkfrøðingur, men her fyrst í 1960'unum er nógvur ófriður í hesum partinum av Afrika, og frásøgukvinnan upplivir endaleyst keðsemi umskift við ótryggleika og brádeyða. Tað lukkast hjúnunum at koma aftur til Belgia, har tey flyta ímillum fleiri støð og skiftandi arbeiðir hjá Sven-Felix. Eftir nøkur ár fær kvinnan bræv úr Føroyum, at hon hevur arvað eina ávísa upphædd og húsini í Brekkugøtu. Peningurin saman við upplivingini at hava átt eitt andleyst barn fær hana at rýma til Keypmannahavnar og fara undir útbúgving á universitetinum. Undir lesnaðinum skrivar hon fyri ymisk bløð, og í august 1968 verður hon av eini danskari avís biðin um at fara til Føroya at skriva um eitt illgrunasamt andlát, og hon tekur av.

Sum ung fær frásøgukvinnan "Fuglabókina" hjá Mikkjali á Ryggi í føðingardagsgávu, og um hesa bók er hon blivin til eina svalu, og øll onnur verða eisini lýst sum fuglar av ymiskum slagi. Tá ið hon hittir Sven-Felix heldur hon hann vera ein svali, og tað er tí tað rennur saman teirra millum. Við foreldrunum er eitt sindur øðrvísi. Mamman er ein hvítnandi dúgva, pápin ein ravnur, og hálvsystir pápan Álvhild, sum hann kortini ikki er nærskyldur við, er ein kráka. Hesi fýra mannabørnini sum halda til undir somu lon, hava hvør sær havt teirra dreymar, men eru læst føst í leiklutum, sum eingin av teimum ynskir, men sum tey vaksnu ikki megna at fáa gjørt nakað við. Um hjúnarbandið hoyrir gentan pápan mutla: "Fanin hevði lokkað Guð at seta giftarmálið, segði hann, so konan skuldi vera ein gleði, sum fekk teg at leingjast eftir helviti". Sjálv skírir hon sítt heim sum: "Tað illfuglasetrið". Í eini so óliviligari tilveru verða fuglamyndirnar brúktar sum eitt slag av verju, ein máti at avbyrgja teg frá veruleikanum, ikki at líta hann beint í eyguni, men at handfara hann skákvegis.

Ein aðaltrupulleikin undir uppvøkstrinum er, at gentan ikki følir, at hon verður sædd, at hon at kalla ikki er til. Eitt sindur inni í skaldsøguni sigur hon um seg sjálva: "Ja, eg var Eingin.Sum Odysseus á sinni". Fleiri ferðir umrøðir hon seg sjálva sum droymda, og um som tíð berjist hon ímóti hesi sjálvs­fatanini, og á seinastu síðuni nær hon fram til “tað dirvið umsíðir ikki at verða droymd av nøkrum aftur”. Tað er málningurin hjá Matthiasi Grünewald av tí krossfesta Jesusi, sum fær hana at náa fram til niðurstøðuna: "Nú var líðing einki. Trúgv einki. Tíð einki. [...] Eg sá, at var nøkur meining, var tað kvøl sjálvsins. At í teirri kvølini var eitt dirvi til at vera, sum hvørki kravdi gleði ella treytaðist av sorgini”.

Her rør høvundurin fram undir tankarnar hjá filosoffinum Arthur Schopenhauer har hesin vil vera við, at lívsviljin er alt. At hann er drívmegin undir sjálvari tilveruni og øllum livandi. Hetta at vit altíð vilja er um somu tíð okkara vanlukka, tí so skjótt vit hava rokkið einum úrslitið, so vilja vit nakað annað. Av somu grund verða vit ongantíð nøgd, og tí er líðing ein tilverutreyt. Liggjandi á kamarinum í Havn tekur hon tí nøkur ár seinni avgerðina, at blíva verandi í heimlandinum. Tú kanst kortini ikki renna undan tínum egna skugga.

Málið hjá Carl Jóhan Jensen fer líkasum í fleiri ættir. Á ein bógvin flytir tað seg burtur frá vanligum føroyskum - tað yður í orðabókaorðum, sum at kalla eingin kennir - og um somu tíð er ikki heilt sørt av danismum uppi í orðafarinum. Oman á hetta er setningsbygnaðurin heldur ikki einfaldur, men tykist í støðum í so knortlutur. Úrslitið er, at lesarin hampiliga javnan má lesa setningar ella partar av teimum fleiri ferðir fyri yvirhøvur at fanga, hvat ið stendur.

Í Føroyum eru viðurskiftini til okkara mál ofta merkt av skizofreni, og vit eru helst einasta land í heiminum, har ein stórur partur av fólkinum sigur seg ikki duga sítt egna mál. Onkursvegna verður hendan skizofreni speglað í tí mangan løgna málburðinum í bókunum hjá Carl Jóhan Jensen, og í tí at hann so kortini í støðum skrivar sum ein eingil. Eitt dømi er, har tvær eldri belgiskar systrar vera lýstar soleiðis: "Systrarnar vóru báðar frøkunir og eitt sindur avpartaðar, minnist Sven-Felix. Høvdu eitt brá av mætari døgum yvir sær eins og turkaðar brandliljur. Vóru franskmæltar, maggutar og siðprúðar, rak upp á kropp og smávaksnar allar vegir við hvítslenutum hári og eygunum fullum av skálkasøtum forvitni". Hetta er einastandandi væl skrivað, og tað eru fitt av tílíkum myndum í bókini. Tað eru somuleiðis nógvar ógvuliga fínar orðamyndir spjaddar runt í tekstinum, eitt nú hendan, um hvussu frásøgukvinnan endar í Afrika: "Av mínum veikleika, av mínum misskili las hann meg við sær, legg fyri legg um tvey meginlond. Yvir rustir og bustir. Yvir oyður og gjáir. Úr Keypmannahavn um Flandur suður til Katanga". Í føroyskum høpi loðar so nógv uppi við orðunum "las hann meg við sær", at frásagnir um prestar, gandakallar og huldufólk renna fram fyri lesaran og veita honum eina kenslu av, at her ger nakað trølsligt og óunniligt seg galdandi.

"Sær - ein fuglabók av gloymsku" er ógvuliga snildisliga sett saman og eitt stórt hugsað verk, har ein rúgva av bókmentaligum og filosofiskum rákum ferðast undir yvirflatanum. Skaldsøgan er øll sum hon er ein bardagi at koma til sættis við tilveruna, at taka við henni, sum hon er. Hetta er í tráð við Friedrich Nietzsche, sum segði: "Tað er eingin meining við lívinum uttan fyri lívið sjálvt".

Carl Jóhan Jensen er ein stak medvitin rithøvundur, sum tykist at vita akkurát, hvat tað er, hann ger, men um somu tíð setur hann við sínum sermerkta málbúna hálvavegna fót fyri sær sjálvum. Spurdur, hví tann málsligi stílurin er so torgreiddur, svarar Carl Jóhan vanliga, at vit skulu ikki koma lætt til alt, og tað hevur hann sjálvandi rætt í; alt er ikki lætt og skal heldur ikki vera tað. Hinvegin er tað lítil grund til at orða nakað fløkt, um tað nú ber til við líka nógvum brigdum at gera tað lættari skilligt.

Samanumtikið er "Sær - ein fuglabók av gloymsku" ein í mangar mátar framúr skaldsøga, sum lønar lesaranum fleirfalt fyri avrikið at fara ígjøgnum tann viðhvørt torskilda tekstin.
 
Carl Jóhan Jensen: Sær - ein fuglabók av gloymsku. Tann óvanliga vakra bókin er sniðgivin av Sáru Mikkelsen. Sprotin 2017. 385 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundin Carl Jóhan Jensen

Føddur í 1957. Útbúgvin mál- og bókmentafrøðingur.

Yrkjari, høvundur, blaðmaður og ummælari. Skrivaði fast í Fregnir tey fýra árini, blaðið kom út.
Eyðkend eru hansara bersøgnu ummæli og hvøssu politisku viðmerkingar.

Aðrar bøkur Carl Jóhan Jensen

Vatn er ein vátur logi
USD 50.28
Terningar - søgur av tilvild
USD 50.28
Bókin um tað góða
USD 28.61
Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik
USD 35.83
Ó -, søgur um djevulskap
USD 43.06
Pappírsbókin er ikki á goymslu
September í bjørkum sum kanska eru bláar
USD 9.83

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
USD 50.28
Fryst prógv
USD 50.28
Sigmundur og gullringurin
USD 43.06
Sigmundur and the golden ring
USD 43.06
Brenn øll míni brøv
USD 50.28
Maria Stuart
USD 50.28