Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Oddfríður M. Rasmussen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tummas Jákup Thomsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-250-4
Síður: 52
Pappírsbók

OG (pappírsbók)

Oddfríður M. Rasmussen

Og upp úr sólini kemur jørðin
Sníkjandi sum ein øvutur dagur
Og tey bæði fáa alt við
Og vilja sleppa at dansa
Dansa
   Og dansa meðan ongin sær

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 148,00
Klubbaprísur
kr. 118,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Veturin nærkast

Yrkingasuitan "Og" eftir Oddfríð Marna Rasmussen er ein roynd at koma til sættis við tilveruna
 
Vit eru øll ofta rættiliga konservativ í okkara lesnaði av teksti, og tað er nakað, sum kann beina okkum (meg) á skeiva kós - og so einahelst í sambandi við lyrikk. Tær fyrstu reglurnar í savninum "Og" eru: "Og upp úr sólini kemur jørðin / sníkjandi sum ein øvutur dagur", og í fyrstu atløgu hugsaði eg, at her var tað vanliga bílætið vent við. Vit kenna øll sálmarnar "Nú rennur sólin fríð úr Eysturlondum" ella "Sí, úr havi rísur nú morgunsól", ímeðan yrkjarin í hesum føri í staðin fyri at lata sólina rísa, letur jørðina koma undan. Hann letur at síggja til lesaranum eina rangvørga mynd.

Tað var kortini okkurt við mínari fatan, sum argaði meg, sum eg ikki helt var, sum tað átti at vera. Eg vendi tí fleiri ferðir aftur til byrjanarreglurnar, og knappliga sá eg, hvar eg var farin av kósini. Av tí at yrkjarin brúkar bílætið, at nakað rísur, so hugsaði eg beinanvegin um sólarris, men her snýr tað seg beint øvut um sólsetur. Sólin setur, og jørðin kemur "Sníkjandi sum ein øvutur dagur", sum jú er nátt.

Kanska er tað bara eg, sum eri so tornæmur, at eg ikki við fyrsta eygnabragdið fangaði sjónarhornið hjá yrkjaranum, men eg ivist. Um somu tíð tekur hetta nakað fram, sum eg ofta nevni í sambandi við viðgerð av lyrikki: les umaftur og umaftur, tí so er í hvussu er kjansur fyri, at tú fært skøva eitt sindur í yvirflatan. Aftrat hesum kemur, at tað er eyðkent fyri mátan, sum Oddfríður Marni Rasmussen handfer sítt orðafar, at hann vendur tí vanligu myndfatanini við. At hann velur eitt óvanligt sjónarhorn, javnan letur subjekt og objekt býta um pláss, og harvið veitir tí avmyndaða nýggj brigdir.


Memento mori

Áðrenn tær fyrstu reglurnar, sum tað tók mær eina løtu at fáa tamarhald á, standa hesar reglur fyri seg: "Í vindeygakarminum / liggur ein eiturkoppur / deyður av elli". Fyrst, ið tú lesur hetta, hugsar tú: Og hvat so? Eingin óvanlig sjón í einum vindeygakarmi. Tá ið tú so á leiðini ígjøgnum savnið finnir út av, at reglurnar koma fyri tríggjar ferðir aftrat inni í savninum, og at tær eisini loka tað, gerst tað tær greitt, at her snýr tað seg um eitt memento mori.

Eiturkoppurin sum symbol hevur ofta í europeiskari mentan havt negativan týdning, tí myndin av eiturkoppinum, sum bíðar tolin, til hann hevur fangað eina flugu og mergsogið hana, ikki er serliga hugalig. Í  hesum høpi ber tað kortini til at lesa eiturkoppin sum tekin um, at um tú bara bíðareftir, at flugurnar skulu koma til tín, so er vandi fyri, at tú doyrt av elli, áðrenn nakað hendir.

Ellin og harvið ein deyði, sum ikki tykist so fjarur sum áður, eru frammarlaga í savninum "Og". Í stuttum kanst tú siga, at savnið snýr seg um mann um miðjan aldur, sum lítur aftur móti ungdómsárum og samanber við støðuna í dag.


Deyðin hyggur framvið

Aftan á inngangsorðini um sólsetur fara "hann" og "hon" at dansa, men tað er so skjótt, at hann varnast "At hann er við at eldast / Og at deyðin er komin / At raka honum / Fýra ferðir um vikuna". Yrkjarin roynir at avrokna við lívið, hvat hann hevur fingið burturúr. Trupulleikin er, at hann ivast í, hvussu nógv er komið á skaftið umframt eitt sindur av kærleika nú og tá - og so nøkur orð, sjálvandi. Spyr "Um hann kundi fingið tað sama / Burtur úr verðini / Sum kettan". Eitt bil verður hann kettan: "Hann støkkur upp úr tonkum / Sleikir sær um handabakið / Andar djúpt inn / Og fyllir sær upp í / Eina skál við onkrum". Tað er nettupp tílíkt ein yrkjari við sínum ímyndingarevnum megnar: at fara inn í aðrar livandi verur og eina løtu blíva tær.

Samstundis ivast hann í, um tað er nógmikið, um hann ikki átti at avrikað meira. Tvær ymiskar rørslur stríðast í honum. Ein, sum vil hava hann út í verðina og ein, sum læsir hann inni í arbeiðsrúminum. Her hava vit tað æviga dilemma hjá listamanninum: luttakari ella eygleiðari?


Innantanna illveður

Undirtittulin á savninum er "Ein yrkingasuita", tvs. tað er ikki sett saman av støkum yrkingum, men er ein samanhangandi heild. Suitan flytir seg frá byrjan hastandi inn í medvitið og út í umhvørvi í eini næstan fjálturstungnari stream of consciousness-kendari rytmu. Nýggjárssálmurin "Tíðin rennur sum streymur í á" eftir Fríðrik Petersen býr onkustaðni undir reglunum: "Og ein tíð átti at runnið beint við húsini / Har hann vaks upp". Yrkingin fer síðani víðari: "Men har var ongin / Tíð / Og tí noyddist hann at semjast við stormin / Í høvdinum". Kreftir av øllum handa slagi eru upp á spæl, men so ber til at sissast "Í gerandisdegnum / Og onki annað / Og bara tað". Tað ber til at finna hvíld við hús og so kortini. Tí hóast tað er kvirt á kamarinum, so dregur hann allan heimin inn við sær, men skuggarnar heingir hann upp aftan fyri hurðina: "Har deyðin hevur hingið / Og bíðað / Svartastillur / Svartastillur". Hesin parturin endar (tú kundi næstan havt hug at sagt tekur samanum) við reglunum um tann deyða eiturkoppinum í vindeygakarminum.

Eitt innantanna illveður leikar í, og sjálvt inn í kamarið dregur yrkjarin alt, sum hevur ávirkað hann. Tað er bara eina staðni í tilveruni, har hvíld er at finna, og tað er í kærleikanum.


Ahaverus

Tað er kanska ikki tað sama ódnarveðrið í øðrum parti av savninum, men vindurin kann saktans vera hvassur kortini. Lagt verður fyri við eini friðarligari mynd, har "hon" liggur í sofuni og hyggur at filmi, ímeðan hongur sálin hjá honum á snórinum og turkar. Eftir stuttari løtu, veit lesarin ikki, um "hon" sipar til kvinnuna ella til sálina, og tann fløkjaliga tilveru­lýsingin heldur fram. Á annan bógvin heldur "hann", at alt bara stendur við, men um somu tíð berjist hann fyri, at tað skal síggjast ein farvegur eftir hann. Konan og børnini eru ein kjarnin, men samstundis válar "hann" um í verðini og hevur onkursvegna ilt við at støðast. Minnir meg ikki sørt um Ahasverus, sum sambært søgnina skal vera blivin dømdur at fjakka um á fold, tí hann spottaði Jesus á hansara leið til Golgata. Straffurin var, at hann skuldi liva, líka til Jesus kom aftur. Í endanum á hesum partinum á savninum ger deyðin aftur vart við seg.
 

Fyrijáttandi barnaár

Í triðja parti verður litið aftur til barnaárini, har alt var einfalt og líkatil, og samanborið verður við kærleikan, sum viðhvørt kann vera eyðskildur, men minni enn so altíð. Samstundis eru partar av tilveruni í dag avgjørt ikki einfaldir, men ein fløkja av spurningum. Hendan deildin endar sorgblítt við, at tey bæði sita við borðið, ímeðan regnið stoytir seg móti rútinum: "Sum tárini / Niður eftir kjálkanum / Á fiskinum / Á fatinum / Á borðinum". Legg merki til, hvussu yrkingin snildisliga glíður frá regninum á rútinum um tár á kjálkanum og til fiskin á døgurðaborðinum. Aftur her er tað nevnda memento mori mark millum partarnar

Í fjórða parti verður bæði tikið samanum og trivið aftur í barnaminnini. Viðurskiftini millum "hann" og "hana" hava minni enn so verið støðug: "Og tey hava / Staðið / Í Einseminum /Á fjallatoppinum / Og tey hava / Staðið / Í dalinum / Og viðhvørt standa tey / Á hvør sínum staði". Hetta er ein sannkenning, sum mong pør kunnu taka undir við, men í leiklutinum hjá tí skrivandi er innbygt, at hann tíðum vendir verðini bakið "Sum lomvigin", sum tað hugfangandi eitur.

“Hann” leitar ørkymlaður og tíðum ikki sørt vónleysur eftir einum tryggum grundstøði. Hann roynir at fevna tilveruna, alla sum hon er, roynir at lata hana fara tvørtur ígjøgnum seg, roynir at sodna hana, men tað er ikki bara sum at siga tað. Ein meldur av kenslum ger vart við seg, og enn einaferð er uggi og friður at finna í ástini, í kærleikanum.

“Hann” vil lýsa alt í orðum, “hon” vil vera við, at tað bara fær alt at følna. Hann kemur tí á leiðini fram til sannkenningina: “So tað vakra er bara har / Og er vakurt”. Í ævintýrum missa óndar kreftir gandamegina, um tú fært sett navn á tær. Eitt dømi er “Lorkuleggur” hjá Brøðrunum Grimm (Rumpelstilzchen á týskum), sum missir sín mátt av hesum ávum. Á nakað sama hátt hevur tað vakra heldur ikki brúk fyri orðum, men klárar seg fínt uttan. Men hvussu er so við yrkjaranum, sum livir av orðum?

Veturin stendur fyri durum bæði í árstíð og í aldri. Inngangurin til deyðan er her hvønn dag, og tað eru orðini eisini bæði sum framsíða og baksíða. Svarið er at dansa og dansa. Lívið skal livast, tó at tú ikki veit, hvussu tað endar. Seinasta orðið í savninum áðrenn memento mori í endanum er “Og”.

Alt er enn í umbúna

"Og" er eitt ógvuliga opið orð. Onkursvegna fylt við væntan og fyriboðan: Og hvat so? Og hvat nú? Og so...? Okkurt fer at koma, men hvat? "Og" er sambindingarorð, ið bæði kann knýta javnsett orð saman, men eisini seta mótsetningar upp ímóti hvørjum øðrum: gott og ilt, harmur og gleði, kríggj og friður. Niðurstøðan er, at tú ongantíð veitst, hvat ið kemur aftan á eitt "og". Og soleiðis er tað eisini í savninum við hesum orðinum sum tittuli.

Hóast onkur undir lesnaðinum av “Og” kanska í støðum fært hugat hugsa um inngangsorðini til sorgarleikin “Ricard III” eftir William Shakespeare: "Now is the winther of our discontent" – “Her er okkara mistreystisvetur”. So haldi eg kortini, at Oddfríður Marni Rasmussen tekur undir við orðunum, sum William Heinesen lat seta á gravsteinin: “Men alt er endnu i sin vorden” – “Alt er enn í umbúna”. 

Samanumtikið kann sigast, at suitan “Og” er eitt frágera spennandi og av hugflogi merkt yrkingasavn. Eitt savn, sum bæði krevur og hevur uppiborið meira enn tann eina lesnaðin. Men gevur tú tær stundir, verður tú væl og virðiliga afturløntur.

Jógvan Isaksen

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundan Oddfríður M. Rasmussen

Føddur í Tórshavn 1969 og er uppvaksin á Sandi. Tvey ár gekk hann í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur skrivað fleiri yrkingar og stuttsøgur og hevur ritstjórnað skaldskapartíðarritinum Vencili síðan 2006 saman við Arnbjøn Ó. Dalsgarð.

Aðrar bøkur Oddfríður M. Rasmussen

Úrtíð
148,00
Gandakendu Føroyar
248,00
Av heilum hjarta
148,00
Oktoberbløð í fallandi sól
128,00
Eg eri næstur
149,00
Blómugrót
129,00

Aðrar bøkur Yrkingar

Nýggj
Sól skein sunnan
148,00
Tónar úr innastu tøgnini - Yrkingar og týðingar
298,00
Grógvið og grøtt
188,00
Himnahyljar
198,00
Sólsmakkur
248,00
Við tokka og tykki
148,00