Vøruslag: Ljóðbók
Høvundur/ar: Gunnar Hoydal
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Upplesari: Páll Danielsen
ISBN: 978-99972-1-267-2
Longd: 17t30m
Framleiðsla: KVF
Fílustødd: 714.44 MB
Pappírsbók
Ljóðbók

Í havsins hjarta (ljóðbók)

Gunnar Hoydal

Stutt undan fyrra aldaskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvundans. Haðani tekur seg upp søgan um tjúgundu øld.

Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.
 
Gunnar Hoydal skrivar sær sjálvum líkt tekstir við støði í egnum royndum, ólíkar og títt skiftandi millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap, her sett saman í 39 partar til eina breiða skaldsøgu um heimin, landið og tíðina.
 
Skrivað um skaldsøgur eftir Gunnar Hoydal:
Undir suðurstjørnum er ein einastandandi skaldsøga: lond og tíðir tvinnast saman, tað persónliga og tað samfelagsliga renna saman í eitt…   eitt stórt skaldaverk – gandur, veruleiki, skemt og vakurleiki, alt í gávumildari yvirflóð.                                                                                                   Fay Weldon     Dalurin fagri er skaldsøga við mongum lindum og mongum dygdum bæði í stíli, í tí sálarliga, kensluliga og skemtiliga, í samfelagsatfinning og tilverufatan…serstakliga tann ekspressionistiska sálargreiningin er eitt stórt stig fram í føroyskum bókmentum.
Anne-Kari Skarðhamar
 
Í havsins hjarta: Beinagrindin ættarsøga, á hitt borðið tíðarmyndir. Stórsligið og rørandi – og ein politisk viðmerking við ólivaðum og, ið hvussu er, óskrivaðum framhaldi. Eitt stórverk er hetta í øllum førum.

Heðin M. Klein

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 178,00
Klubbaprísur
kr. 142,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, ljóðbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Gunnar Hoydal

Tónar úr innastu tøgnini - Yrkingar og týðingar
298,00
Av longum leiðum
178,00
Undir suðurstjørnum
188,00
Í havsins hjarta
178,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 20.11.2019
Stormfuglar
198,00
Nýggj
Gloymdur
248,00
Barnið
198,00
Gösta Berlings - søga og ævintýr
298,00
DNA
298,00
Høll summarlandsins
248,00