Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Rannvá Holm Mortensen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 9-78997-1-258-0
Síður: 108
Útgávuár: 2018
Pappírsbók

Sólsmakkur (pappírsbók)

Rannvá Holm Mortensen

So steig aftur ein gávaður yrkjari inn á pallin. Vit kendu hana fyri grafisku avrikini. Vistu ikki, at hon eisini yrkti. Nú hevur Rannvá Holm Mortensen flættað báðar listagreinarnar saman í eina sjaldsama vakra bók við einum hjartanemandi teksti.

trøini
hava grønar røddir
sólin livir
í hvørjum vindeyga
seyðir og neyt
flúgva til himmals
hesin ómetaligi longsulin
mítt blóð
er havið
hvør alda
mín systir
mín lívmóðir
er ein dukka
sum letur eyguni upp
tá hon verður løgd niður
háli sólina við mær niður í songina
so eg betur kann verma
náttarinnar ránsdjór

---

Í áhugaverdu samrøðuni við Sissal Kampmann lesur Rannvá brot úr verkinum. Tvey brot, sum avdúka, hvussu stak væl teksturin er settur saman.

Lurta her: http://kvf.fo/non?sid=76830

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Dansurin gongur í dur og moll

Rannvá Holm Mortensen hevur skrivað eina intensa yrkingasyklus, har grafikkurin spælir saman við tekstinum.
 
Savnið "Sólsmakkur" leggur fyri við orðunum: "Eg standi / á einari heilari oyggj / av tara". Fyrsta orðið er tað einasta í øllum savninum, sum er skrivað við stórum. Kjarnin í yrkingasavninum eru upplivingar og sansingar hjá einum "eg", sum harumframt í hesum fyrstu reglunum ger vart við tað ótrygga grundarlagið umboðað av eini taraoyggj. Tær næstu reglurnar vaksa um ótryggleikan, tí um somu tíð sum eg'ið roynir at halda javnvágini á tí óstútta støðinum, hevur tað knív í hond, og á knívseggini er "reytt æðranet". Frá eini barndómsuppliving, sum eisini kann vera ein mynd av tilveruni, verður nakað hóttandi lagt aftrat. Ein varhugin, at tilveran kann vera bæði ótrygg og hóttandi, men eisini rík og full av væntan sum í endareglunum: "mítt grøna / sevjumikla ríki / sovandi verur / á elasmáum stelkum". Ein løtumynd av eini barndómsuppliving transformerað til eina mynd av tilveruni, av lívinum sjálvum.

Tað verður í tí næsta tekstinum hildið fram í nánd av sjóvarmálanum við fiskaknokkum, gággum og fliðum, og "grøna sevjan rennur / spakuliga, sum angandi / slev ímillum mínar fingrar". Yrkjarin ferðast her í nánd av tí fýra milliardir ár gomlu frumsuppuni, haðani alt lív á jørðini sigst at stava. Einstaklingurin, gentan, kann sigast at spegla upprunan til lívið á fold, og teir elligomlu hamrarnir eru sjónarváttar.

Í næstu yrkingini og javnan gjøgnum alt savnið verður nortið við fiskar og ofta í stak poetiskum myndum sum: "fyll meg / við bláum fiskum / lat teir spakuliga snara sær / í heilavindingunum". Yrkingin fer síðani um hjartakømur, svangar kettur og sorgblíðar mánar til ta meiri prosaisku útsøgnina: "fyll meg / við káplum og kontaktum". Um yrkjarin við teimum bláu fiskunum sipar til tann sjáldsama og elligamla bláa fiskin (Latimeria chalumnae), sum er ein ættfaðir til tey fyrstu geisladjórini, ið fóru úr sjónum og upp á land? Ella um tað verður sipað til hevdina, at blátt er tann mest spirituelli liturin, so er myndamálið so lyriskt kensluborið, at sjálvt káplar og kontaktir verða andborin.

Tann blái liturin gongur aftur í teimum næstu tekstunum í eini eksplosión av ørandi lívsmegi: "fyll meg / við bláum snarljósum / villskapi og orgasmum". Seinni í somu yrking er tann blái fiskurin aftur har umboðandi hugflog og lívsmegi. Eg'ið vil eftirfylgjandi burtur, út í heim: "sparka skorðarnar / undan tí fastfrystu tíðini", útlongsulin spreingir allar karmar. Tá ið ferðin burtur síðani stendur fyri durum, ger ivin seg galdandi, og eg'ið hevur hug at útseta ferðina, at fara avstað og kortini ikki. Men ferðin inn í lívið er farin í gongd, tað ber ikki til at venda við, og við fullari megi kastar kvinnan seg inn í lívsins dansileik.

Í teimum mongu yrkingunum, sum aftan á koma verður lívið hjá kvinnuni avmyndað í bæði góðum og illum. Í góðum, tá ið kærleikin vísir seg, og tá ið hon eigur dóttrina. Í illum tá ið dóttirin gerst sálarsjúk og ikki fær tað hjálp, hon hevur brúk fyri. Frásøgukvinnan er um at gerast svøk av vreiði, yvir viðferðina dóttirin fær á sálarsjúkhúsinum, og hon samanber seg við ein tikara, ið sum einki kundi dripið starvsfólkið. Kenslan av hjálparloysi er ógvislig, og í eini aðrari yrking sigur hon seg vilja "spýggja sorgina og skuldarkensluna upp úr sær í strálum / binda knútar á æðrarnar / so at mann ikki bløðir burtur av sorgarherðindunum".

Hóast sorgin og vreiðin í sambandi við lagnuna hjá dóttrini er ein aðallind í "Sólsmakkur", so eru tað so mangar aðrar lívsjáttandi lindir: um barnaár og vaknandi seksualitet, um foreldrini, um ekstatiskar samlegur, um ferðir í fremmandum londum, um at arbeiða og liva við myndlist og litum og sniðum. Í einari yrking biðjur eg'ið um at blíva fóðrað við øllum í natúruni og við allari mentan, so hon kann "spræna tað út / í litum". Tað verður boðað frá einum ómetaligum lívshugi, einum glúpskni eftir øllum tí, sum tilveran hevur at bjóða. Tú skalt sum lesari næstan sita og halda tær fast, so tú ikki fert umkoll av allari tí orku og lívsmegi, sum stendur sum ein meldurglaða burtur úr yrkingunum hjá Rannvá Holm Mortensen.

Yrkingarnar eru ofta dreymakendar og við samsvarandi logikki í frásøgnini. Tað er minni enn so altíð eitt eyðsæð samband ímillum orsøk og avleiðing. Bæði í hesum og í tí drúgva, samanhangandi bygnaðinum minnir "Sólsmakkur" um suituna "Sólareygað" í savninum "Líkasum" eftir Róa Patursson. Aftrat hesum upplivi eg, at yrkingarnar eru skrivaðar inn í eina føroyska hevd, har eg umframt Róa haldi meg hoyra eitt ekkó av eldri yrkjarum líka frá Rikardi Long um Karsten Hoydal til Regin Dahl. Upplivi, at tað býr eitt afturljóð av undanfarnum føroyskum skaldskapi undir savninum hjá Rannvá. Haldi meg hoyra Rikard Long, har hann í síni fyrstu prentaðu yrking "Summarvísa" sigur frá tí øgiliga útlongslinum, sum einki kann temja. Haldi meg hoyra Karsten Hoydal, tá ið hann í yrkingini "Tvílyndi" stendur uppá, at heimurin er uppbygdur av mótsetningum, og vóru hesir ikki: "Tað verður ein morgun myrkur sum kvøld, / tá ið sólin er sloknað og ísandi køld". Haldi meg eisini meira enn einaferð hoyra eitt afturljóð av Regini Dahl, har hann t.d. í yrkingini "Opið vindeyga" samanfatar: "einsligt / er pappírsyrki". Kanska eri tað eg, sum hoyri yvir meg, sum haldi meg duga at lesa eitt fjøltáttað lið av føroyskum lyrikki inn í støðið undir hesum yrkingum, men eg ivist. Hvussu víkur og vendir hanga yrkingarnar ikki í leysari luft.

Havið verður í heilum drigið inn í frásagnirnar, so tað gerst lesaranum greitt, at her er ein fortreytin fyri lívið. Gunnar Hoydal skrivaði einaferð í eini grein, at fiskurin var fyritreytin fyri øllum í Føroyum, at einki bar til her á landi uttan hendan. Í yrkingunum hjá Rannvá Holm Mortensen er fiskurin alla tíðina hjástaddur og kann sigast at umboða dulvitið og kærleika.

Tvídráttur av villari gleði og lívshugi øðrumegin og kensluni av at svíkja hinumegin er ein tráður í fleiri yrkingum. Tekstirnir eru bæði stak poetiskir og í næstu løtu so opinskáraðir, at øll friðsæla hvørvur. Yrkingarnar eru harðligar og mildar um somu tíð. Savnið er søgan um eitt kvinnulív upp á gott og ilt, sum bæði kann lesast hampiliga konkret, men sum samstundis er ógvuliga associativt og ferðast eftir loyndarfullum, abstraktum stíggjum. Glíður javnan ímillum at síggja til skildar heimar. Frá atelierinum og reiðskapum har um landsløg, hjartablóð, salt, fiskar, alt verður eitt. Verðin, lívið, er ein samanhangandi heild, har hvør lutur, livandi ella deyður, eigur sítt pláss í alheiminum.

"Sólsmakkur" er eitt gesamtkunstwerk,sum tað verður kallað við eini týskari orðing. Tvs. at tað er eitt heildarlistaverk, ið er sett saman av fleiri sløgum av list. Í hesum føri bæði av skaldskapi og myndlist, sum javnan eru í lutfalli við hvørt annað. Dømi er ein yrking, ið sigur frá eini ekstatiskari samlegu, sum endar við orðunum: "fruktin / angar longu av deyða" - tí lítla deyðanum, orgasmuni. Yvir av yrkingini er ein vatnlitsmynd av eini androgynari veru, av kvinnu og manni í einum. Á øðrum grafiskum bíløtum eru yrkingar ella partar av yrkingum hondskrivaðar, og í summum førum kann grafikkurin sigast at vera ein myndlýsing av tekstinum. Eitt so beinleiðis samband er kortini sjáldsamt, hóast tekstur og grafikkur í stóran mun handfara tey somu temuni.

"Sólsmakkur" er ein intens yrkingasyklus á tremur av erotikki, sorg og skapanargleði, og har tað er lukkastRannvá Holm Mortensen at sameina orð og myndir. Samstundis hava bæði yrkingarnar og grafikkurin styrkina at standa hvør sær, soleiðis at tú kanst siga, at Rannvá ikki longur "bara" er myndlistakvinna, men eisini skald.
 
Rannvá Holm Mortensen: Sólsmakkur. Kápa og myndprýðing: Rannvá Holm Mortensen. Umbrot: Sára Mikkelsen. Sprotin 2018. 105 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundan Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen er fødd og uppvaksin á Tvøroyri, men er nú búsitandi í Tórshavn.

Hon hevur verið virkin innan føroyska málningalist og grafikk tey seinastu 20 árini. Sólsmakkur er hennara fyrsta bókaútgáva.

Aðrar bøkur Rannvá Holm Mortensen

Aðrar bøkur Yrkingar

Tónar úr innastu tøgnini - Yrkingar og týðingar
298,00
Himnahyljar
198,00
OG
148,00
Við tokka og tykki
148,00
Ferðamaður í egnum heimi
148,00
Bláni á Reyðafelstindi
148,00