Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Merethe Lindstrøm
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Aud Gloppen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-238-2
Útgávudagfesting: 22. januar 2018
Síður: 256
Útgávuár: 2018
Upprunaheiti: Fra vinterarkivene (2015)

Úr vetrarskjølunum

Merethe Lindstrøm

Tú sigur, at tað er ein vani, at liva, at vera á lívi, og at tú, sum onnur, heldur, at hann er ringur at broyta. Tú ímyndar tær, at tað fer at hava trega við sær, órógv, sum tað ger at broyta vanar. Sum at leggja av at roykja, sigur tú. Ella kanska eri tað eg, sum sigi tað, hatta um at roykja. Andlit títt, útmøtt, gamalt, sigur einki longur, eitt nógv eldri menniskja býr í tær, ein leigari, ein, sum reikar um og slítur andlitsdrøg tíni, togar í tey, ein snultari, sum tyggir og meltar mat tín og ikki letur teg hava nóg mikið av føðslu eftir, sum gírigur blakar tær leivdir, tekur meiri og meiri rúm, til tú bara býr í einum burturgloymdum parti av tær sjálvum, eitt lítið kurpali, eitt skjól, har eingin fær verið.

Merethe hevur tikið húskið við sær og er flutt burtur á bygd. Her, í skrivstovuni í húsinum handan fyri bøin og vegin, millum ljósar dagar og ljósar nætur við ongum svøvni, skrivar og manar hon fram frásøgnina um Mass, sum hon livir saman við.

Tað er frásøgnin um ein sterkan kærleika, ið ber av øllum. Um hvussu tað er at vera so nær einum menniskja, sum ikki altíð hevur hug at liva. Um óttan, og um at halda sær uppi hóast alt.

Úr vetrarskjølunum er ein bráðneyðug og djúpt persónlig skaldsøga. Í glærum myndum av umstøðunum hjá nøkrum einstaklingum, sum eru staddir í einum slag av tilveruligari neyð og hjálparloysi mótvegis lívinum, speglar rithøvundurin sína egnu søgu.

Nøgd
Prísur
NOK 394,34
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Merethe Lindstrøm

Dagar í kvirrunnar søgu
NOK 298,93

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35