Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jóan Pauli Joensen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-284-9
Útgávudagfesting: 15. februar 2018
Síður: 136
Perma: Stív perma
Útgávuár: 2018
Pappírsbók

Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa (pappírsbók)

Jóan Pauli Joensen
Hesi 5 smávísindaligu siðsøgubrotini lýsa tættir í føroyskari siðsøgu.

Læknin P. L. Panum kom í læknavísindaligari grein í 1846 at nerta við eym viðurskifti, og tað fekk ávísar føroyingar upp á gos. Tað sama gjørdi røða, sum ein studentur helt í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn í 1900 og læt prenta í Føringatíðindum, har hann m.a. fýltist á borðsiðir føroyinga.

Broytingar komu og nýggir siðir. Gomlu húsini fóru í søguna, og nýggj komu í teirra stað. Arkitekturin H. C. W. Tórgarð fekk burtur úr teimum gomlu íblástur til nýggj hús, sum hann helt hóskaðu betur til føroyingar enn tey nýggju, sum komu við stovum, sum hjá teimum flestu bert vóru til pynt.

Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Jóan Pauli Joensen

Aðrar bøkur Søga

Lív og lagna á Líðini
298,00
Útseld
Jóannes Patursson
248,00
Sær er siður á landi
298,00
Turkaránið í Vestmannaoyggjum
248,00
Vágamentan
198,00
Útseld
Seyðabókin
448,00