Vøruslag: Ljóðbók
Høvundur/ar: J. M. Coetzee
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: South Africa
Týðari: Pauli Nielsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-304-4
Útgávuár: 2018
Upprunaheiti: Boyhood (1997)
Longd: 6t30m
Fílustødd: 367 MB
Framleiðsla: Pauli Magnussen
Pappírsbók
Ljóðbók

Barnaár - lívsmyndir av bygd (ljóðbók)

J. M. Coetzee

Í hugtakandi ævisøguni BARNAÁR granskar Coetzee persónsmenskuna og kensluligu búningina hjá einum gávaðum og væl at sær komnum dreingi frá tí, at hann er tíggju til trettan ár.

Hampiligur í skúlanum, bestur í flokkinum, men harðráðin við hús. Helt hánt um pápan og livdi í ótta fyri at missa kærleikan hjá mammuni. Hann píndist av skuld og ótta.

Hann fekk eyguni upp fyri bókmentum, hann vaknaði kynsliga og setti ørkymlandi spurningar um apartheid. Bara á grasfløtunum kendi hann seg heima.

Søgan fer fram úti á bygd einar 100 km uttan fyri Cape Town í 1940- og 1950 árunum. Foreldrini eru afrikanar, og hann fær alt tað, tann hvíta miðalstættin hevur framíhjá, ta betru útbúgvingina og alt hitt, sum ger, at tey ''prefer to be English''.

Men tað elur fram iva og skomm.

---

J. M (John Maxwell) Coetzee er føddur í 1940. Hann er suðurafrikani, sum flutti til Avstralia at búgva í 2002. Víða gitin sum høvundur og í 2003 fekk hann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Fáir høvundar, sum skriva á enskum, hava fingið so nógvar viðurkenningar sum Coetzee.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, ljóðbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin J. M. Coetzee

Føddur í 1940, er suðurafrikani, sum flutti til Avstralia at búgva í 2002. Víða gitin sum høvundur og í 2003 fekk hann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Fáir høvundar, sum skriva á enskum, hava fingið so nógvar viðurkenningar sum Coetzee.

Aðrar bøkur J. M. Coetzee

Barnaár - lívsmyndir av bygd
248,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 27.02.2020
1984
298,00
Stormfuglar
198,00
Ein táttur er silvur
298,00
Dýrd himinsins
248,00
Jarðarferðin
348,00
Terningar - søgur av tilvild
348,00