Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Haruki Murakami
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Japan
Týðari: Pauli Nielsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-314-3
Útgávudagfesting: 14. februar 2019
Upprunaheiti: Hashiru Koto ni Tsuite Kataru Toki ni Boku no Kataru Koto (2007)
Síður: 172
Útgávuár: 2019

Tá ið eg tosi um at renna

Haruki Murakami
Haruki Murakami letur tveir aðaltættir mynda tilveruna: at skriva og at renna – báðir tættirnir eru bregdaðir væl og virðiliga saman. Tá ið hann rennur, savnar hann sær ta orku og tann íblástur, ið krevst fyri at skriva. Søgan hjá Murakami um at vera rennari er samstundis søgan um at vera høvundur.

Tað er hugfangandi at lesa um, hvat ið fær fólk at renna hesar 42,195 km, og teir tankar, sum halda beinini gangandi á hesum endaleysu ferðum. Ein bók um at renna ljóðar frelst, men Murakami sigur soleiðis í formælinum: ”bókin snýr seg ikki um at renna og vera sunnur, men hvønn mun tað ger mær at renna, meðan eg hugsi um bæði eitt og annað.”

Tað krevur djúpa tilelving, nógvan sjálvsaga, hugsavnan og seiggi at skriva skaldsøgur, og hesar eginleikar styrkir hann, tá ið hann rennur.

Murakami gevur okkum innlit í sínar fagurbókmentir, sínar lívsroyndir og rennitúrar, góð ráð og smásøgur úr ymsum heimspørtum, har hann hevur verið.

Her er skemt og sjálvspei, og fleiri eru tey, sum á sofum kring heimin hava notið at verið við honum á mongu rennitúrunum ymsastaðni í heiminum, at sloppið við inn í arbeiðsrúmið hjá høvundinum og at fingið innlit í ta gátufullu skrivitilgongdina.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Haruki Murakami

Haruki Murakami – føddur í 1949 – er japanskur høvundur. Bøkurnar eru bestseljarar um allan heim, týddar til 50 mál og seldar í fleiri milliónum eintøkum. Hann hevur eyðvitað fingið mangar virðislønir.   

Murakami las leiklist. Fyrsta starv hansara var í einum plátuhandli, og seinni, meðan hann las, læt hann upp eitt kaffihús og eina jassbarr.  

Murakami fór ikki at skriva fyrr enn 29 ára gamal. Hevði einki skrivað frammanundan. Hann fekk íblástur at skriva fyrstu skaldsøguna, meðan hann sat og hugdi at einum basebóltdysti. Hann varnaðist, at tað, hann sá, kundi hann gera um til eina skrivaða søgu. Hann fór til hús og skrivaði alla náttina - og mangar nætur eftir tað eftir arbeiðsdagar á eini barr. Tíggju mánaðir seinni sendi hann handritið til eitt forlag, sum skipaði fyri eini skaldsøgukapping, og vann fyrstu heiðursløn. 

Soleiðis byrjaði alt.

Aðrar bøkur Haruki Murakami

Sunnanvert markið og vestanvert sólina
248,00

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00