Váðafúsir føroyingar (pappírsbók)
Jógvan var eingin ræðuskítur. Óræddur hekk hann í línuni, og bergið uppi yvir honum rakk upp í himmalin, meðan hann veiddi fugl, helt deyðan fyri gjøldur og stóð á kneysum, har ikki var standandi. Men hesa ferð gjørdist hann skakkur, og tað rann honum kalt niður eftir bakinum, tá ið brimilin tók dystin upp og kom upprættur ímóti honum.
Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan í hesi spennandi søguni, sum týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á sumri í 1938.
Við Jógvani lýsir hann, hvussu hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til oynna og alsk teirra til náttúruna.
---
Síggj myndir úr bókini niðanfyri:








Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.