Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Alexandur Kristiansen
Bólkur/ar: Yrkingar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-323-5
Útgávudagfesting: 24. apríl 2019
Síður: 604

Fjøtrað á flogi - Heimslýrikkur

Alexandur Kristiansen

Bundið mál á góðum flogi
 
Orðið at týða er skilt við orðið tjóð. Við týðingum bregda vit hugsanir og orðingar hjá øðrum inn í okkara mál – gera hesar tankar livandi á okkara máli. At gera tað er ein ógviliga týðandi táttur í allari tjóðarbygging. Árliga verða milliardir brúkar at týða góðar hugsanir, góðar tekstir millum mál. Tann heilt einfalda orsøkin er, at fólk flest skilja betur móðurmálið enn onnur mál.

Og málið má ongantíð gerast ein forðing fyri at sleppa inn í hugsanir hjá øðrum, tí verður so nógv týtt.
 
Men bara fá – ógviliga fá - ditta sær at týða yrkingar, tí tað er ikki hvørs mans føri. Ein vánalig týðing kann forkoma sjálvt fínastu yrking og fáa alt tað raffineraða at seyra úr henni, so hon skorpnar burtur í einki. Tað verður ofta tikið til orðini hjá Robert Frost, um at yrkingin er tað, sum er “lost in translation”. Ikki ringt at skilja, tí mangan verður í lyrikki farið inn í tað, bretar nevna “hjartaorð” – tey, ið eru heilt serlig fyri ávísa mentan og tí ring at týða – tað síggja vit, tá ið onnur lýsa okkara ræsta mat. Tey raka ikki á, tí orðið við øllum sínum huga- og sansasambondum er ikki til í teirra máli.  
 
Alexandur hevur ógviliga hegnisliga laðað ein sjaldsaman varða burtur úr víða gitnum yrkingum – nógvar av teimum tær allarbestu, sum vit hava kunnleika um her í vesturheiminum.

Alexandur hevur hildið fram við 100 ára gomlu siðvenjuni frá Janus Djurhuus, Viderø, Jákup Dahl, Christian Matras, Karsten Hoydal og øllum hinum góðu yrkjarunum og týðarunum, vit hava átt og framvegis eiga, sum hava lagt síni klípi aftrat varðanum. Og hann hevur nú savnað okkum upp í eina tjúkka antologi, sum hevur eitt tíðarspenni, ið er 2700 ár. Vit byrja við broti úr kvæðinum um, tá ið Odyssus var á veg heim aftur eftir drúgva kríggið í Troya – hvussu henda hetjan útlúgvað fer um borð á knørrin og setur kós heim aftur – Lýsingin, skrivað fyri 2700 árum síðan, avdúkar, at innast inni eru vit menniskju ikki so nógv broytt. Ei heldur er tann hugfangandi søgan nógv broytt.
 
Vit kunnu nú við nýggju bókini hjá Alexanduri velja tað besta hjá teimum frægastu á leiðini fram til okkara dagar á okkara máli. Schiller, Baudelaire, Goethe, Keats, Blake og hini mongu eru nú tøk á okkara máli.

Tað krevur hegni og málsligan ans av teimum ráru at avrika slíkt stórverk.

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Alexandur Kristiansen

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Rímur á reki - Barnarímur o.a.
348,00
Veingir á hæli - Valdar yrkingar
348,00
Sól skein sunnan
148,00
Filomela
168,00

Aðrar bøkur Yrkingar

Tann ákærdi boðberjin
198,00
Dreymaólag
148,00
ást
148,00
Martin Joensen
398,00
Protesur
198,00
Heiti
198,00