Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Carl Jóhan Jensen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-356-3
Útgávudagfesting: 29. oktober 2019
Útgávuár: 2019
Síður: 424
Kápa: Stív

Terningar - søgur av tilvild

Carl Jóhan Jensen

Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan í hvørji søgu – í hennara samansettu og í senn einføldu eftirgerð av tí sansaða. 

Og søgurnar, sum tú nú forvitnast um (íðan vendi tú bókini til at lesa baksíðutekstin ella hvat?), tær beinast allar gjøgnum tilvitið hjá einum sálaðum mansbarni: 

Ísmael. 

Hann er undan eini hálvgamlari stýrimanseinkju. Pápin ein blaðungur og hálvlisin guðfrøðingur úr Noreg. 

Tey gótu hann av misgáum eina summarnátt seint í tretivunum og ikki tær at siga kemur Ísmael í verðina við reyvini fyri ein illviðraðan langafríggjadag.

Og jarðvistin eftir øðrum, øll á eingjunum við ein fjarðarbotn millum fjøll og brattar. 

Í hesum avstongda umhvørvi veit Ísmael fátt av egnum royndum. Verðin skapast av tí, sum hann hoyrir onnur og útvarp siga. 

Sjálvur talar hann ikki, men hevur tó orðið í sínum valdi – innantanna. 

Soleiðis manar hann so líðandi eina sjón fram fyri lesaran, sum er samfeld í sínum mótsøgnum og ein dýrd av fanansskapi. 

---

NÓN 4/1/2019: Carl Johan hevur aftur kastað terningarnar

---

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

"GUD SPÆLIR IKKI VIÐ TERNINGUM" - Albert Einstein

Um skaldsøguna "Terningar - søgur av tilvild" eftir Carl Jóhan Jensen
 
Sambært eitt amerikanskt yvirlit yvir teir gitnastu byrjanar­setningarnar í heimsbókmentum er "Call me Ismael" úr "Moby-Dick" 1851 eftir Herman Melville ovast á listanum. Bæði setningin og skaldsøguna hjá Melville brúkar Carl Jóhan Jensen í síni bók "Terningar - søgur av tilvild". Tí føroyska høvundanum líkt endurgevur hann ikki setningin úr "Moby-Dick" orðarætt, men vísir í staðin til hann: "Sum sagt æt eg Ísmael". Bókin leggur sostatt til brots in medias res - tvs. mitt í eini hendingagongd - og ger um somu tíð vart við, at hetta er ein munnlig frásøgn.

Tað verður longu í teimum eftirfylgjandi reglunum fortalt, at umframt navnið, so er ikki stórur líkleiki millum tann føroyska og tann amerikanska Ísmael: "Eg brýggjaði meg nú lítið um sjógvin. Hvaðna minni um hval". Tann amerikanski Ismael leingist eftir sjónum, og hann hevdar, at um fólk hugsaðu seg um, so vildu tey blivið greið yvir, at teirra kenslur mótvegis havinum vóru tær somu sum hansara. Í fyrstani hugsaði eg, at tað kanska gjøgnum "Terningar" fóru at koma onkrir líkleikar fram millum navnarnar báðar, men Ismael í søguni hjá Herman Melville hevur onga søgu, og tað hevur Ísmael hjá Carl Jóhan, hóast hann veit lítið um kalleggin. Tað er ikki lagnufelagsskapur millum Ismael og hinar umborð á hvalastingaranum "Pequod", tí hann er tann einasti, sum livir eftir, tá ið tann hvíti hvalurin hevur knúst skipið. Ismael er nevniliga mitt í hendingunum og um somu tíð eygleiðarin uttan fyri hendingarnar, og akkurát í hesum er ein ávísur felagsskapur millum tann amerikanska og tann føroyska frásøgumannin. Í leiklutinum sum eygleiðarar. Tann føroyski Ísmael kann í høvuðsheitum sigast at vera eitt slag av tvørvendari mynd av honum, sum hann er uppkallaður eftir.
 
Talið 9
Við hvørja kapittulbyrjan er mynd av trimum terningum, sum tilsamans gera talið 9 - við einum undantaki. Vit vita, at 9 í kristnari hevd er eitt mytiskt tal: "Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: 'Eli, eli, lama sabaktani?' Tað er: 'Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?'" (Matteus 27,46). Tað sama ger seg galdandi í norrønari gudalæru, har eitt nú Óðin í "Hávamáli" hongur í níggju nætur í lívstrænum Yggdrasil at vinna sær vísdóm. Havi kortini ikki undir lesnaðinum varnast, at høvundurin brúkar hetta talið til nakað serligt innihaldinum viðvíkjandi umframt at veita tekstinum ein yvirjarðligan dám.
 
Livandi deyði
Frásøgumaðurin Ísmael fortelur, at hann var gitin eina summarnátt í 1936, og at mamman var ein hálvgomul stýrimanseinkja og pápin ein blaðungur norskur gudfrøðingur. Hetta fór fram í nánd av eini hvalastøð í "eitt girndarblint andarhald í dimmilættari lýkku og tevi av smeltaðum spiki" (s.6). Tað kann vera, at lýsi hevur eina serliga ávirkan á gessin, tí William Heinesen letur í søguni "Don Juan fra Tranhuset" sín høvuðspersón hava eitt serligt tak á kvinnum akkurát vegna luktin av lýsi.

Ísmael veksur upp í einum húsum, sum standa á "eingjunum" í einum fjarðarbotni ímillum eina bygd og eina hvalastøð, sum bleiv niðurløgd fá ár eftir, at hann kom í heimin. Hendan hugsaða hvalastøðin er staðsett norðan fyri Havnina og sunnan fyri Klaksvíkina, og tað verður fleiri ferðir gingið til og úr Havnini. Mamman eigur trý væl eldri børn frammanundan: Sem, Kám og Rut. Huglagið í húsunum er merkt av klandri og illstøðu, og tað verður at kalla ikki sagt eitt vinarligt orð millum persónarnar. Ísmael velur longu sum fimm ára gamal at halda upp at við at tosa, og um húskið sigur hann: "Har eg vaks upp galt um at ganga aftur og lata tey livandi jarða seg sjálvi". Útsøgnin er um somu tíð løgin og hugkveikjandi. Í heila tikið verður tað fleiri ferðir tikið fram, at hann er ímillum tey deyðu, at tilveran í húsunum á eingjunum er at sammeta við ein livandi deyða. Einastaðni stendur, at útvarpstíðindi vóru ein linni í tí spenta huglagnum "Og jú verri tíðindini vóru, tí longri stóð linnin" (s.265).

Ísmael tykist, so egin hann er, at vera eitt slag av autisti: hann tosar ikki, hann sigst at lesa fitt uttan at hava fingið nakra veruliga skúlagongd og uttan hóvasták megnar hann at taka eitt radiotól sundur í minstu lutir og seta tað saman aftur. Hetta seinasta er tað, sum hann lívbjargar sær við vaksnaárini, tá ið hann ein fittan part av tíðini livir einsamallur.
 
Áhoyrandi og avhoyrandi
Ísmael veit at kalla bara tað, hann hoyrir frá øðrum. Soleiðis er bókin í ein stóran mun sett saman av smærri søgum um ymisk fólk, sum einahelst mamman fortelur um til hini systkini. Ísmael er partur av familjuni og ikki. Hann hevur uppgávuna summarhálvuna at fara í hagan við kúnni, ofta smoyggir hann sær undan, men annars er hann bara har, uttan at vera rættur luttakari í familjulívinum annars, sum jú í høvuðsheitum er kegl og brigsl. Lívið í útjaðaranum á bygd er avgjørt ikki merkt av friðsælu, men heldur av illstøðu og fanansskapi. Tey einastu avbrot í hesum er ein ráur seksualitetur, har eitt hugtak sum kærleiki einki hevur at gera. Aftrat hesum kemur ein avlagaður kristindómur, sum at síggja til einki gott hevur  við sær.

Í miðjari bókini er undantakskapitlið, har terningarnir ikki vísa 9, men í staðin  3 x 6, sum gevur 18 (og sjálvandi 9 um tølini verða løgd saman). Um lesarin nú telur kapitlarnar, so er hetta akkurát kapittul 18. Undir bretsku hersetingini verður hildin fólkafundur oman fyri hvalastøðina, og her kemur tann nakni, grefligi sekualiteturin í hæddina. Kám  verður tikin aftan í frá av einum íslendingi, systirin Rut verður mogga av einum skota, og Sem og kvinnan Urd válkað sær nakin í spikleivdum í eini grøv við spikkókaríið. Tann berholdaði Sem verður avbardur av mammuni, ímeðan Urd verður standandi úrlatin í grøvini, og flutningsband og spikhakkimaskina fara í gongd og sletta blóð frá sær. Beint her er lesarin í iva, um tað er blóð frá spikfláunum, ella um Urd verður sundurløstað. Hetta kapitlið er soleiðis ein samanrenning av gessi og harðskapi, og einki sum ber brá av kærleika er í nánd. Aftrat hesum kemur ein týskur flúgvari og bæði bumbar og skjýtur frá hond, soleiðis at Ísmael samanber hendingarnar við "Opinberingina". Tað, sum er fyrifarist gerst ein undirgangssjón.
 
Kristus
Ísmael verður fleiri ferðir í skaldsøguni upp á ein bakvendan máta samanborin við Kristus. Hann er føddur langafríggjadag 1937 og doyr 16. juli 1969. Ísmael er sostatt 32 ára gamal, tá ið hann doyr, og tað er um sama aldur sum Jesus er mettur at vera, tá ið hann bleiv krossfestur. Tá ið Ísmael fer inn í sín deyða "skrædnaði eitt forhang onkustaðni í heilanum. Jørðin skalv undir húsunum. Eg sá fjøll klovna" (s.421). Sambært Matteus 27,51 hendir nakað tað sama, tá ið Jesus gav upp andan: "Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu". Gjøgnum skaldsøguna hevur Ísmael - og meginparturin av øllum hinum persónunum - eitt stríð við Várharra, sum hann vil vera við einki sigur honum. Ein gipsfigurur av Kristusi stendur í gluggakarminum, tá ið hann arbeiðir við sínum radiotólum, og líkamikið hvussu hann roynir at beina hendan burtur, so kemur hann aftur. Einaferð sorlar hann figurin við einum pikkhamara og tveitir hann á sjógv saman við øðrum ruski: "Men tað segði tað sama, tá eg kom niðan var hvítakrist­helvitið aftur komið á sín stað í døkkan í vindeygakrókinum" (s.343). Harrin og sonurin eru ikki soleiðis at skáka sær undan.

Norrøn gudalæra er eisini uppi í leikinum, tí einastaðni samanber hann seg við íkornan Ratatoskr, sum býr í Yggdrasil og sum rennur oman og niðan í trænum við tíðindum. Snorri Sturluson lýsir íkornan sum eina oyðandi megi, ið ber ókvæmisorð millum ørnina í erva og drekan í neðra á trænum. Ísmael hevur soleiðis nógmikið av bæði livandi og deyðum at stríðast við.
 
Klaustrofobisk
"Terningar - søgur av tilvild" er ógvuliga klaustrofobiskur lesnaður. Tú verður læstur inni í einum avmarkaðum heimi, har tað bara hendingaferð glampar út um húsaveggirnar. Ísmael fer so at siga aldrin út um eingjargarðarnar. Alt er at kalla nær við, og annar hálvbeiggi frásøgumannin, Sem, sum er so nærsýntur, at nøsin nertur við Dimmalætting, tá ið hann skal lesa, kann vera eitt livandi umboð av hesum innilæsta nærleika. Tá ið útsjónd verður lýst, so er tað í mongum førum niður í minstu smálutir, soleiðis at sjónarringurin tykist at vera tað, sum er beint fyri framman. Aftrat hesum er søgan eisini svørt í svørt, ein long høpisleys depressión, har tað einasta upplívgandi er, at neyðin og vesaladómurin í lívinum hjá hesum menniskjum er so stór, at tað upp á ein rangvørgan máta gerst skemtiligt.

Tí skemt er í bókini "Terningar", og tað fær meg at hugsa um Ebbu Hentze sálu, sum einaferð segði við meg: "Tú skalt ikki fara skeivur av, at Carl Jóhan kann tykjast at vera ein álvarsmaður. Í veruleikanum er hann ein skemtari, sum ger gjøldur við tí mesta". Í hesum eri eg samdur. Einastaðni í "Terningar" stendur: "Hálvbeiggjarnir komnir upp at klandrast um okkurt lítlsvert í stovuni, um Guð kanska ella politikk" (s.172). Um ein mann verður sagt: "Talaði hann tvey orð, var Jesus annað" (s.183). Tað er ikki sørt av tílíkum spotskt stuttligum orðingum í bókini.

Hóast okkara maður skýggjar havið, so er kortini tað mesta í hansara tilveru í mun til havið. Hann nevnir tað í heilum, pápin kom av havinum, pápi hálvsystkini baldist á havinum, somuleiðis annar hálvbróðurin, og sjálvur livir hann við havsins strendur. Einasti arvurin, sum Ísmael hevur eftir pápan, er tann drúgva amerikanska skaldsøgan "Moby-Dick", hvørs tittul ongantíð verður tikin upp á tungu, men sum tað kortini verður sipað til nakrar ferðir gjøgnum tær gott 400 blaðsíðurnar í "Terningum". Einastaðni skírir hann sína einsemi - sum hann annars ikki viðurkennir - at vera "ein hvítur hvalur" (s.316).
 
Tríbókaverk
Rithøvundurin hevur í miðlunum fleiri ferðir fortalt, at "Terningar - søgur av tilvild" er annað bind av einum tríbókaverki, har "Sær - ein fuglabók av gloymsku" (2017) var tað fyrsta. Líkleikarnir millum bøkurnar báðar eru at síggja til ikki stórir. Í "Sær" snýr tað nógva seg um at koma út í heim og síggja og uppliva tilveruna úr nýggjum sjónarhornum. Í "Terningum" fer frásøgumaðurin ongan veg, og hann tosar ikki við nakran, men bara lurtar. Í so máta er perspektivið øvut í bókunum báðum, men samband er ímillum tær, og tað gerst greiðari, jú longri tú kemur út í skaldsøguna. Undirspælið undir einum fittum parti av "Sær" var fimta sellosvitan hjá Johann Sebastian Bach, sum onkursvegna umboðaði líðing. Akkurát hendan svitan hoyrist í radio á síðu 81 í "Terningum", og á síðu 114, er hon umrødd á einum postkorti við mynd av Staten Island, sum hálvsystirin Rut eigur eftir pápan: "Svita nr. 5 í c-moll, bwv 1011". Umframt hetta er bara ein dagfesting á kortinum: 16-07-1969. Systirin heldur, at dagfestingin er skeiv, at hon eigur  at vera 1909, ímeðan Ísmael fær ilt av henni, og lesarin veit longu, at hetta er deyðadagur hansara. Hvørja ætlan høvundurin hevur við hesi mystifikatiónini, veit eg ikki, men hon er so við til at laða upp undir tann óveruliga dámin, sum javnan ger seg galdandi í skaldsøguni.

Umframt sellosvitur eftir Bach, sum stinga seg upp nú og tá, so kemur eisini hugtakið "gloymska" fyri, og tað var ein meginlindin í "Sær". Har var "gloymska" og "endurminning" nakað tað sama, vóru tvær síður av somu søk. Í "Terningum" verður "gloymska" í einum føri brúkt til at lýsa, at ein kvinna fær lívsviljan aftur (s.158), og hvussu væl tað sampakkar við brúkinum av sama hugtakið í "Sær", eri eg ikki fullvísur í.

Málningurin hjá Matthias Grünewald av tí krossfesta Jesusi, sum var endurgivin innanperma í "Sær", verður nevndur í sambandi við at Rut og Ísmael fremja blóðskemd og sigst at vera ein mynd av "sælukvøl" (s.322). Innanperma í "Terningum" er steinprent av býareldinum í Bergen í 1916, og hetta prent hongur í stovuni í húsunum á eingjunum. Prentið tykist at umboða tann brennandi gessin, og annars at okkurt er logandi galið.
 
Soul mates
Eitt beinleiðis samband við "Sær" kemur seint í skaldsøguni, tá ið frásøgukvinnan í tí bókini kemur á gátt hjá Ísmael og spyr, um hon kann læna telefonina at ringja eftir einum bili. Ímeðan hon bíðar eftir bilinum fortelur hon, at hon hevur verið víða um, millum annað í Kongo, men nú er í Føroyum at kanna tann illgrunasama deyðan hjá sjómanninum Jóa. Tað er í "Sær" eisini grundin til, at kvinnan vitjar heimlandið, men har eitur tann deyði Jósup. Hetta frávikið er kortini lítið, tí hóast Jói vanliga er ein stytting av Jóannesi, so er tað ikki óhugsandi, at tað eisini verður brúkt um Jósup. Rættiliga eyðkent fyri Carl Jóhan Jensen at lirka eitt tílíkt frábrigdi inn í hugan á lesaranum.

Hendan kvinnan, frásøgumaðurin nevnir hana Eva, er í mangar mátar í samlag við Ísmael. Hon sigur seg vera ein svala, og tí hevur hon móttsett einbúgvanum ferðast so nógv, men hon sigur seg eisini avnokta gloymskuna, og tað vekir áhuga í Ísmaeli. Hon gerst ikki minni áhugaverd, tá ið hon sigur, at "ta frá barnsbeini innprentaðu góðskuna segði hon seg so aldrin at duga at síggja nakra lívskraft í" (s.362). Hon leggur aftrat, at "var nøkur meining, var tað kvøl sjálvsins. Tann kvølin bjóðaði eitt dirvi til at vera, sum ongan himmal visti sær, onga signing" (s.363). So ymiskir báðir frásagnar­persónarnir eru, eru teir onkursvegna soul mates.  
 
Ein innlokað søga
"Terningar - søgur av tilvild" er hegnisliga sett saman, og høvundurin hevur á sín sermerkta máta tamarhald á føroyska málinum og handfer tað kringhentur. At tað tíðum kann tykjast tungt hjá tí, sum ikki er vanur at lesa nógv á føroyskum, er ein onnur søga. Samanumtikið haldi eg, at "Terningar" er stak áhugaverd, tó at eg meti hana at vera meiri innilokaða enn tann undanfarna "Sær", sum eg tí í mínum huga raðfesti hægri. "Terningar" er oman fyri 400 blaðsíður til longdar, men eg haldi, at hon kundi verið stytt, uttan at tað nervaði heildina. Brotið um tíðina, tá ið systirin Rut býr í Onglandi, var mær undarliga óviðkomandi, hóast skeiðið var bæði harðrent og merkt av bronglaðum kærleika.

Tað verður fleiri ferðir nevnt, at Ísmael lesur nógv og víst verður til Kierkegaard, Dante, Shakespeare, Jules Verne, men hvussu hevur serskølturin fingið hendur á bókum eftir hesar? Hann fer illa nokk út um gátt, og tó at tað fleiri ferðir verður sagt, at beiggin Kám dámar væl at lesa, so er lesnaðurin meira ein pástandur enn ein samangrógvin partur av tilveruni. Eg upplivi ikki lesnaðin sum eftirfarandi í samanhanginum, men heldur sum nakað, ið stavar frá tí bókakøna høvundanum. Gudarnir mugu vita, um tað ikki er akkurát tað, sum hesin hevur í kvittanum?
 
Tilvild og terningar
Undirtittulin á "Terningum" er "søgur av tilvild", og longu tíðliga verður hugtakið tikið fram, "har orð eru terningar, ið Guð kastar við" (s.12), og at terningar eru eitt umboð fyri tilvild: "Íðan terningarnir øðrvísi kastaðir" (s.160). Dentur verður í skaldsøguni lagdur á tann stóra leiklutin hjá tilvildini í okkara tilveru, og ert tú ikki fullur og heilur í tíni kristnitrúgv - ella lagnutrúgv fyri tað - er ilt at vera ósamdur. At øll tilveran hinvegin er blind tilvild er, haldi eg, at gera ov nógv av. Sjálvandi er tað tilvild, at stýrimanseinkjan kemur fram á tann norska studentin, og at Ísmael gerst úrslitið. Men har frá og søguna á tamb er lagnan hjá persónunum í stóran mun treytað av teimum árum og umstøðum, teir vaksa upp í. Aftrat hesum kemur, at vit menniskjur onkustaðni hava ein frían vilja at seta okkum sjálvi ígjøgnum við, men hvussu hetta lukkast er ofta meiri treytað av umstøðum enn tilvild. Tað skal kortini leggjast aftrat, at eg onga løtuna ivist í, at tilvildin er ein av høvuðsleikarunum í okkara lívi, men avgjørt ikki tann einasti.

Tittulin á hesi greinini er læntur frá eini anekdotu, har Einstein skal hava sagt, at "Gud spælir ikki við terningum", og Niels Bohr, sum hann kjakaðist um kvantemekanikk við skal hava svarað: "Tú kanst ikki fortelja Gudi, hvat hann skal". Anekdotan er sum skilst ikki sonn, men er kortini ein mynd av, at Einstein ikki var samdur við Bohr, at tilvildin hevði so stóran leiklut í kvantemekanikki, sum Bohr vildi vera við.
 
Carl Jóhan Jensen: Terningar, søgur av tilvild. Kápa og umbrot: Sára Mikkelsen. Sprotin 2019, 421 bls.
 
ES: "Terningar - søgur av tilvild" er ein stak vøkur bók.
 

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundin Carl Jóhan Jensen

Føddur í 1957. Útbúgvin mál- og bókmentafrøðingur.

Yrkjari, høvundur, blaðmaður og ummælari. Skrivaði fast í Fregnir tey fýra árini, blaðið kom út.
Eyðkend eru hansara bersøgnu ummæli og hvøssu politisku viðmerkingar.

Aðrar bøkur Carl Jóhan Jensen

Vatn er ein vátur logi
348,00
Sær - ein fuglabók av gloymsku
298,00
Bókin um tað góða
198,00
Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik
248,00
Ó -, søgur um djevulskap
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
September í bjørkum sum kanska eru bláar
68,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00
Upplesarin
348,00
Dreymsótt
348,00